Tíðindi

24. mar 2026

VAL Á SKÚLABÓKA­SAVNINUM

22. mar 2026

3. OG SEINASTA VIKA: AFTUR SPENNANDI MATARSKRÁ

19. mar 2026

SKÚLA­LEIKIR: 4.B VANN

19. mar 2026

5. FLOKKAR­NIR TIL SKÚLA­LEIKIR

15. mar 2026

HEILSUGÓÐUR MATUR

13. mar 2026

6.d á Hotel Føroyum

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

05. mai 2022

Jóhan Marni Stenberg settur í starv sum varaskúlastjóri

12 umsøkjarar vóru til starvið sum varaskúlastjóri. 7 kvinnur og 5 menn. Setanarnevndin hevur valt at seta Jóhan Marna Stenberg í starvið sum varaskúlastjóra við ábyrgd av sertilboðunum Lopfjølini og 4-10 tilboðnum. 

Jóhan kemur úr einum starvi sum varaskúlastjóri í Sankta Frans skúla, har hann hevur verið varaskúlastjóri og hevur í tíðarskeiðum verið skúlastjóri síðan 2011. 

-Eg eri fegin um at hava fingið starvið, og eg gleði meg at verða við til at mynda sertilboðini saman við starvsfólkunum har. Eg havi brent fyri næmingunum, ið so ella so ikki passa inn ella ikki fáa eina nøktandi skúlagongd, síðan eg byrjaði sum lærari og seinni sum leiðari. Mín kensla er at tilboðini í Skúlanum á Fløtum til hesar næmingar eru í serflokki. Foreldur, næmingar og starvsfólk eru glað fyri tilboðini, og tey hava gott orð á sær. Tann arvin vil eg fegin bera víðari, sigur Jóhan. 

Vit ynskja Jóhan vælkomnum og eru glað fyri at kunna styrkja okkara leiðslutoymi og sertilboðini við einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfelaga. Jóhan byrjar í starvinum 1. august. 

Vinarliga 

Regin Marnersson, skúlastjóri. 

  

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar