Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
Góð ráð um jólalestur
Fyri nøkrum vikum síðani vóru systrarnar Olivia og Jóna í sjónvarpinum, har tær tosaðum um tað at lesa.Tær ganga ávikavist í 4.a og 6.a. Báðar eru tær bókaummælarar á barnablaðnum STROK. Tær hava ein fittan hund, og hann eitur C.S. Lewis, men verður vanliga bert róptur Lewis :-)
Á heimasíðuni hjá Føroyar lesa hava tær báðar eina jólaheilsan:
"Til jólalesnað vilja vit fegnar viðmæla Perlufiskarin og tvær tær næstu í røðini, sum eita Fuglatemjarin og Fjallaklintrarin. Tær eru sera góðar, spennandi og ævintýrkendar.
Ynskja tit at lesa ordiliga jólaligar bøkur, so viðmæla vit Snjósysturin og Jólagátan.
Hesar bøkurnar eru í 24 pørtum, men tit kunnu skunda tykkum at lesa teir fyrstu partarnar og so lesa ein part um dagin, so tit enda jólaaftan.
Ein onnur jólabók er Jólagrísur. Hetta er nýggjasta bókin hjá J.K. Rowling, sum hevur skrivað Harry Potter bøkurnar. Hendan bókin er eitt sindur barnsligari enn Harry Potter, men hon er eisini ævintýrkend við tosandi lutum.
Um tit ikki hava lisið Harry Potter, so er jólafrítíðin eitt gott høvi at byrja uppá røðina. Fyrsta bókin eitur Harry Potter og vitramannasteinurin. Vit viðmæla øllum at lesa Harry Potter, eisini um tit hava sæð filmarnar, tí bøkurnar eru nógv betri!
Til tey yngru vilja vit viðmæla: Vafluhjørtu, Tonja Gliturdal, Spøki og Salmiak, Rýmingarnir, Rustaði heimurin, Børnini í Dundurdali og aðrar bøkur eftir Astrid Lindgren. Hesar bøkurnar eru fittar, stuttligar og hjartanemandi.
Ein sera góð, stuttlig, tvætlut og løtt bókarøð at lesa, er søgan um Træhusið í nógvum hæddum. Fyrsta bókin eitur Træhúsið í 13 hæddum, fyri hvørja bók leggjast 13 hæddir afturat. Bókin hevur nógvar stuttligar myndir.
Til tey eldru, tannáringarnar, er Hungursleikir ein fantastiska spennandi bók. Tað er eisini ein røð við trimum bókum umframt eina bók, sum er um, tá hungursleikir byrja.
Tvær aðrar fantastiska góðar bøkur til ung eru upprunaføroysku bøkurnar Kjarr og Rimarúmið.
Gleðilig jól
og góðan lesihug
Olivia og Jóna"
Kelda og mynd: Føroyar lesa