Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

14. des 2021

SKÚLAGUÐSTÆNASTA

VERÐUR Á NETINUM Í MORGIN, MIKUDAGIN 14. DESEMBER, KL. 11:15.

Flokkarnir eru til guðstænastuna í floksstovunum. Guðstænastan verður stroymd, og leinki verður lagt her á heimasíðuna. Bergur prestur prædikar í Vesturkirkjuni. Vit syngja hesar báðar sálmar: nr. 132 Føgur er foldin og nr. 95 Gleðilig jól

 

Føgur er foldin

Føgur er foldin,
dýrdarríkur himin,
sæl er sálanna jorsalferð,
um allan heimin,
um allar ævir
tað syngjandi at himni ber.
 
2. Øldirnar fara,
øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkur undir mold.
Onga tíð tagnar
ljóðið av himni,
sum gleðir sálir her á fold.
 
3. Einglar tað kvóðu
jólanátt for hirðum,
mann eftir mann hoyrdist sama lag:
Friður á foldum,
menniskja, frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.
 
Ingemann 1850. J. Dahl 1912.
Lag: Sl. 78.

 

Gleðilig jól

«Gleðilig jól! Gleðilig jól!»
ljóðar av himli einglalag.
«Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: «Jesus er føddur í dag.» :,: »
 
2. Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt;
:,: veri um ævi tær dýrd. :,:
 
3. Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:
 
Fr. Petersen 1891.
Lag: Sl. 84.

(netvarpingin er eisini at finna á vesturkirkjan.fo)  

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar