Tíðindi

08. sep 2025

ALTJÓÐA LESIDAGUR ER Í DAG

06. sep 2025

NIÐAN Á VESTURVARÐA

03. sep 2025

Lætt fakta

03. sep 2025

Nýtt danskt

03. sep 2025

NÝTT Á FØROYSKUM

03. sep 2025

Tríggjar danskar

03. sep 2025

Lættlestur

09. nov 2021

SLÓÐARAR INNAN ORÐBLINDAØKIÐ

Gunvør Højgaard og Annika Marr Poulsen arbeiða við  eini verkætlan, sum hevur til endamáls at menna orðblindaøkið í fólkaskúlanum. Hetta er annað árið, og  verkætlanin er stuðlað av Mentamálaráðnum undir royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum. Tær eru báðar orðblindaráðgevar í okkara skúla og hava í nógv ár arbeitt við orðblindum næmingum. Hóast nógv er hent á orðblindaøkinum seinastu árini, hava tær sæð, at tað framvegis eru nógvar avbjóðingar, og at nógv viðurskifti eiga at verða bøtt um og betur skipað. Í stóran mun er talan um, at tørvur er á  mannagongum og leiðreglum, soleiðis at tá ið orðblindni verður staðfest, er rætta hjálpin tøk.

Við skúlablaðið siga tær báðar m.a. soleiðis: “Eins og í londunum kring okkum mugu vit rokna við, at 5-7% av næmingunum eru orðblindir, og tað vil siga, at tað helst eru 40-50 næmingar í Skúlanum á Fløtum, sum eru orðblindir. Tað eru fyrimunir og vansar at hava serflokkar; stóra avbjóðingin er at fáa undirvísingina hjá orðblindu næmingunum at passa saman við tímatalvuna hjá flokkinum, tí tað er ikki nóg gott at taka næmingin út úr undirvísingini í øllum lærugreinum...”

Les meira á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. Fylg slóðini HER.

Kelda: skulabladid.fo

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar