Tíðindi

21. nov 2025

SKRIVLIG JÓLAROYND

11. nov 2025

BÓKADAGAR Í NORЭURLANDA­HÚSINUM

11. nov 2025

NÝGGJ MYNDABÓK

11. nov 2025

Nýggj myndabók

11. nov 2025

LORTAFRENSUR - HEVNDIN ER SØT OG LUKTAR AV FISKI

11. nov 2025

KORALINA

05. nov 2025

5 ÁRA FØÐINGARDAGUR

05. sep 2021

Koronatilburður staðfestur í 9.fl

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi.

Í dag, sunnudagin 5. september 2021, fekk skúlaleiðslan fráboðan um, at ein næmingur í 9. flokki hevur fingið staðfest korona. Talan er um somu smittuketu, ið hevur rakt aðrar skúlar í býnum.

Skúlaleiðslan hevur verið í samband við undirvísingarstýrið, ið hevur samskift við koronaráðgevingina, og fingið vegleiðing um, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi íkomnu støðuni.

Í fyrstu atløgu verður eingin skúlagongd í Ítróttarrásini mánadagin 6.september. T.e. 8.ía, 8.íp, 9.ía og 9.íp. Næmingar á  á ítróttarrásini verða bidnir um at lata seg kanna fyri koronu og kunnu koma aftur í skúla, tá negativ koronatest fyriliggur. 

Undirvísingin í almannarás og restini av skúlanum heldur fram sum vanligt. 

Skúlaleiðslan vil við hesum inniliga heita á allar næmingar, øll foreldur og onnur avvarðandi at vera serliga varin komandi vikuna.
Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Regin Marnersson, skúlastjóra, á tlf. 216676. Fráboðanir um møgulig sóttarhald og smittutilburðir skulu framhaldandi sendast til flokslæraran, sum so boðar leiðsluni frá. 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar