Tíðindi

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

11. jun 2026

FRÁ SKÚLABÓKA­SAVNI­NUM: LES Í SUMMAR

05. jun 2026

LESIÍSU­RIN - EITT STUTTLIGT LESIÁTAK

04. jun 2026

PYLSUDAGU­RIN Í SANDAGERÐI

07. jun 2021

Verkbann og skert virksemi

Verkbann verður sett í verk móti námsfrøingum á skúlaøkinum.

Hetta ávirkar eisini okkum í Skúlanum á Fløtum.

Virksemi í Skánaum og Rásini verður avmarkað. Tí heita vit á foreldur at næmingum, ið hava tørv á námsfrøðiligum stuðli, um at hava børnini heima, til trætan millum partarnar verður loyst. 

Forskúlin avmarkar eisini upplatingartíðirnar.  Forskúlin letur upp kl 10 frá og við týsdegnum 8. juni. Tað er frítt at møta millum 10:00 og 10:30. Frá 10:30 fer skerda dagsskráin í gongd. Vit heita tó framhaldandi á foreldur at børnum í forskúlanum, sum hava møguleika at hava børnini heima, um at hva tey heima til sáttmálatrætan er loyst ella arbeiðssteðgurin verður tikin av.

Vónandi halda tit okkum til góðar. Men støðan á arbeiðsmarknaðinum ger, at vit mugu skerja virksemi.

Kunning um møguligar aðrar tillagingar kemur her á síðuna, so hvørt sum tørvur er á tillagingum.

Regin Marnersson, skúlastjóri

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar