Tíðindi
15. mar 2026
HEILSUGÓÐUR MATUR
13. mar 2026
6.d á Hotel Føroyum
12. mar 2026
SPENNANDI FRAMLØGA
08. mar 2026
GLOYMD KLÆÐI
05. mar 2026
Gongustjørnur í forskúlanum
04. mar 2026
7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI
03. mar 2026
ENSKUR LÆTTLESTUR
31. mai 2021
Í DAG ER ALTJÓÐA ROYKLEYSUR DAGUR
Royking er høvuðsorsøkin til heilsubrek og deyða kring heimin. Kanningar vísa, at næstan fimtahvørt deyðsfall er beinleiðis knýtt at royking. Roykjarar doyggja í miðal 8-10 ár fyrr enn tey, sum ongantíð hava roykt.
Tubbaksroykur er samansettur av fleiri túsund kemiskum evnum, harav tey flestu eru sera skaðilig fyri mannakroppin.
Borið saman við tey, ið ikki roykja, er vandin fyri roykjarar:
- tvífalt so stórur fyri at fáa deyðiligar hjartasjúkur
- 10 ferðir størri at fáa lungnakrabba
- fleiri ferðir størri fyri at fáa krabba í munnholuni, svølgrúminum, vælindinum, nýrum, bløðru og lívmóðurhálsi
- 2-3 ferðir størri fyri at fáa heilabløðing (apopleksi) og magasár (sum ikki lekist líka væl sum hjá teimum, ið ikki roykja)
- 2-4 ferðir størri fyri at fáa mjadnabrot, handliðsbrot og geislabrot
- 2 ferðir størri fyri at fáa grástar
- størri vandi fyri kynsligum máttloysi
- størri vandi fyri blóðkrabba, prostatakrabba, bróstkrabba og beinbroyskni
Aðrar heilsuligar fylgjur av royking:
- niðursettur lukti- og smakksansur
- fleiri rukkur á ungum árum
- øktur vandi fyri nýraskaða hjá diabetikarum
Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti, at 17% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. 80% av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av.
Bestu ráðini eru ongantíð at byrja at roykja.
Les eisini HER.
Kelda: Fólkaheilsuráðið