Tíðindi

24. sep 2026

Fyrst Bamsu á gátt so út at renna

24. sep 2026

Tvær skaldsøgur

24. sep 2026

6 lættar smábøkur

24. sep 2026

Sjáldsamir loynidómar

24. sep 2026

Nýtt og spennandi

24. sep 2026

Fótbóltsstjørnur

24. sep 2026

LÆTTAR FAKTABØKUR

25. mai 2021

PRÓVTØKURNAR ÓTARNAÐAR

Skrivligu próvtøkurnar hjá 9. flokki halda ótarnaðar fram, hóast koronastøðan broyttist munandi um halguna. Í morgun hava næmingarnir støddfrøði, men eftir keðiligu tíðindini eru nógv færri næmingar í høllini í senn. Royndirnar hjá næmingunum í 7. og 8. flokki halda eisini fram, men tær verða hildnar heima, og sum vant umvegis netið.

Annars eru hesi tiltøk sett í verk:

  • Næmingarnir skulu bert vera saman við teimum, sum eru í teirra árgangi
  • Høli uttan fyri skúlan vera ikki nýtt
  • Í mest møguligan mun skal matpakkin etast úti. Tá ið tað ikki ber til, verður tað í floksøkinum í kantinuni
  • Allir setursskúlar og allar dagsferðir hesa vikuna eru frestað
  • Øll mugu vaska sær um hendurnar, tá ið tey koma í skúla, tá ið tey fara í fríkorter, tá ið tey koma úr fríkorteri og undan hvørjari máltíð í skúlanum
  • Eingin vitjandi skal inn í skúlan í skúlatíð hetta til onnur boð koma. Tað er eisini galdandi fyri foreldur, ið bara kunnu fylgja sínum børnum til dyrnar
  • Øll undirvísing, ið kann flytasst út, verður flutt út. Øll mugu tí vera latin í eftir veðrinum
  • Næmingar og starvsfólk, ið hava sjúkutekin, mugu ikki koma í skúla, fyrr enn negativ koronutest fyriliggur
  • Øll boð til skúlan um sóttarhald ella positivar testir hjá næmingum skulu berast  avvarðandi flokslærara 
Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar