Tíðindi

08. sep 2025

ALTJÓÐA LESIDAGUR ER Í DAG

06. sep 2025

NIÐAN Á VESTURVARÐA

03. sep 2025

Lætt fakta

03. sep 2025

Nýtt danskt

03. sep 2025

NÝTT Á FØROYSKUM

03. sep 2025

Tríggjar danskar

03. sep 2025

Lættlestur

  • Mynd: OMR
12. apr 2021

AT SÍGGJA NÆMINGAR LESA ER HERLIGA GEVANDI......


Í okkara skúla eru fleiri lærarar, sum fáast við at týða bøkur  og eisini við skriva bøkur og yrkingarsøvn. Ein teirra er BergurR. Í sambandi við átakið Føroyar lesa, settu tey honum nakrar spurningar:

 
Hvat er ein góð týðing?
Ein góð týðing flýtur væl málsliga og er løtt at lesa. Týðarar eru eitt sindur sum dómarin í einum fótbóltsdysti. Viss tú ikki hugsar um, at teksturin er týddur, tá ið tú lesur hann, so hevur týðarin gjørt sítt jobb til lítar.
 
Hvør bók, sum tú hevur týtt, hevur serliga fest seg?
Upplagt hevði verið at sagt Harry Potter, men rættari er nokk at siga Herviligi Henry, um enn eg eri rættiliga errin av Millum gráar skuggar, so er tað nøkur støk bók, sum serliga hevur fest seg hjá mær, man tað vera hon.
 
Hvørjum leggur tú teg eftir, tá tú týðir, og hvat er mest avbjóðandi?
At fáa málið natúrligt. Tað mest avbjóðandi er at stýra út um teir snávingarsteinar av danismum og amerikanismum, sum tíverri eru alt ov vanligar í okkara talimáli (jeps, eisini mínum.)
 
Hvørja bók týddi tú seinast, og týðir tú nakra nú?
Seinasta bókin, eg týddi, var Ríman um sangfuglar og slangur. Um enn okkurt man vera á beding, er synd at siga, at nakað er ávegis akkra nú; men tað velst sjálvandi um, hvørji boð koma frá reiðarínum.
 
Hví týðir tú bøkur?
Tí tað er stuttligt, avbjóðandi, læruríkt og spennandi … og so er tað herliga gevandi at síggja bøkurnar í hondunum á skúlanæmingum, tá ið teir hava frílesing.

------

At lesa er kul, tað gevur tær vitan og upplivingar, tá ið tú hevur hug, og tá ið tú vilt. Tað einasta tú skal gera, er at seta teg  í frið og náðum við eini bók. Skúlin eigur øgiliga nógvar bøkur, fleiri tíggjutúsund, og tað stendur tær frítt at lána ta bók á skúlabókasavninum, ið tú vilt. 

Góðan lesihug.

Kelda: Føroyar lesa

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar