Tíðindi

05. nov 2025

5 ÁRA FØÐINGARDAGUR

04. nov 2025

VINNARIN Í NAVNAKAPPING­INI ER FUNNIN

28. okt 2025

IMEND

28. okt 2025

NOVELLESPOR (lærarahillin)

28. okt 2025

PAPBRØDRE

28. okt 2025

NÝGGJ BÓK

28. okt 2025

TEKNIBÓK

24. mar 2021

TAÐ ER IKKI VANDAMIKIÐ AT GERAST KEDDUR

Fyrr í tíðini sluppu børn ikki við til jarðarferðir. Summi børn fingu heldur ikki at vita, um til dømis ein ommusystir doyði. Fyrr í tíðini kundu vaksin eisini finna uppá at lúgva fyri børnum við at siga, at ommusystirin, sum doyði, var farin at ferðast, í staðin fyri at siga, at ommusystirin var deyð. Tey vaksnu lugu fyri ikki at gera børnini kedd. Tey hildu, at tey gjørdu børnunum eina tænastu við ikki at siga, sum var. Tað, tey vaksnu gloymdu at hugsa, var, at tey flestu børnini væl skiltu tað, sum tey vaksnu ikki søgdu.

Í gomlum døgum vóru børn tí noydd at hugsa eina rúgvu um tað, sum hendi. Tey hugsaðu so nógv, at tey gjørdust ógvuliga troytt í høvdinum. Børnini skiltu heldur ikki, hví øll vóru so kedd av, at ommusystirin bara var farin at ferðast. Harumframt gjørdust børn kanska kedd, um foreldrini søgdu, at abbin skuldi fara at ferðast. Tá vistu børnini ikki, um tað merkti, at abbin í veruleikanum skuldi ferðast ella um hann skuldi doyggja.

Í dag vita flest foreldur, at tey ikki skulu lúgva fyri børnum. Tey flestu vita eisini, at tað er vanligt at gerast keddur, og at tað ikki er vandamikið. Men enn er tað soleiðis, at nógv foreldur halda, at børn hava tað betri av, at tey ikki tosa við tey um sálarsjúku. Summi foreldur vilja ikki, at børnini skulu vera stúrin, og tí halda tey, at tey verja børnini við einki at siga. Eitt sindur sum gjørt var í gomlum døgum.

Teksturin omanfyri eru úr áhugaverdari grein í Skúlabalðnum, ið er um opinleika millum børn og vaksin um sálarsjúku.  Øll greinin kann lesast  heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. Fylg slóðini HER.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar