Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

18. mar 2021

"Sum tit hava góðar spurningar!"

Oddfríður hevur sent okkum hesi tíðindini úr Framløguskálanum:

Tey í miðstigi og hástigi í 9. flokki hava ta seinastu tíðina lisið fyrsta yrkingasavnið, Skál, eftir 22 ára gomlu Daniu O. Tausen. Dania er eisini kend sum sangari í sangbólkinum, Sway, og hon hevur eisini givið út ein EP við bólkinum Reality Bites. Í Løtuni arbeiðir hon við eini plátu, sum kemur út um nakrar mánaðir. 

Í Skál eru 15 yrkingar. Tær eru býttar sundur í yrkingar, sum eru um ein “hann” og eina "hon". Hesi bæði eiga aðru hvørja yrking í savninum, meðan tann seinasta yrkingin er líkasum ein skál fyri teimum báðum.  

Framløguskálin var fullur av næmingarnir, sum vóru væl fyrireikaðir, og settu teir Daniu fleiri góðar spurningar, sum hon svaraði væl. Savnið viðger spurningar og ivamál, sum fara at raka eitt hvørt menniskja í lívinum. Evni so sum trúgv, vinalag, kenslur, sum eru ólógligar fyri summi, at bróta tabu, ja, mong av slíkum evnum, sum lýsa tilverugrundalagið hjá ungum, sum  standa  á gáttini til lívsins vár. Allar hesar spurningar vórðu svaraðir.  

At enda las Dania yrkingina, Kettuhár

Hoyrið unga yrkjarar lesa úr yrkingini Kettuhár í upptøkuni niðanfyri:

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar