Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

16. mar 2021

ÆTLA TEY AT REIÐRAST Á FLØTUM?

Nú ein dagin sóu næmingar í 5.a eitt tjaldur spæla sær í tjørnini uttanfyri, og at síggja til dámdi tí øgiliga væl nýggju góðu umstøðurnar á Fløtum. Í gjáramorgunin, tá ið garðvaktin fór upp á tekjuna at vita, hvussu stóð til, var tað einasta hon møtti tvey lívlig tjøldur, sum vóru øgiliga upptikin hvørt av øðrum. 

Um tjøldrini sigur Mikkjal á Ryggi, at um  mariumessu og úteftir eru nógvir flokkar í haganum, og mál teirra hoyrist allar vegir. Tað fyrsta, ið sær fólk nærkast, letur eitt lágmælt »vipp« til at boða hinum frá. Eina mest hoyrist “hlipp hlipp hlipp” ella nøkur long “hlii hlii”. Í sólskini eru tey stundum so fró, at tey tríva í at syngja: “tii liri lirri lirr” ljóðar úr barkanum á teimum, meðan tey sita við víðopnum nevi. Blandast fleiri mál saman, kann ljóðið verða líkt songi frá óðinshanum. Tá ið næturnar eru ljósar, kunna tey hoyrast allar tíðir á samdøgrinum.

Út ímóti summarmála, tað er 14. apríl, fara flokkarnir at minka. Tjøldrini eru farin at hugsa sær um reiður, og halda seg nú mest tvey og tvey saman. Og nú verður stillari í haganum. Tjøldrini vilja ikki lata fólk ella fugl vita, hvar tey hava reiður, og eru tí fámælt og spakfør hesa tíðina; nærkast fólk teimum, renna tey tigandi burtur, heldur enn at fara á flog. Reiðrið gera tey allarflestu í eyri, nøkur fá í turrum svørði. Summi hava sama reiðrið í nógv ár, summi hava tvey reiður, sum tey nýta til skiftis annaðhvørt ár, summi sýnast at gera sær nýtt reiður á hvørjum ári.

Gamalt er sagt, at tjaldur hevur fult reiður á krossmessu, tað er 3 mai. Vanliga verpingartíðin má heldur sigast at vera um gomlu krossmessu, tað er 15 mai. Eggini eru bleikt morgrá við dimmum blettum, tí eru tey ring at fáa eyga á í eyrinum Tjaldur verpur trý egg og ikki so sjáldan  fýra; men tá fáa tey so illa vermt, at ofta doyr ein ungin í egginum. Sjáldan sært tú tjaldur liggja á reiðrinum. Bøgan vermir fyri tað mesta. Steggin heldur seg nakað frá, onkustaðni.

Frá tí at seinasta eggið er vorpið, til fyrsti ungin kemur út, ganga vanliga 27 dagar. Ungarnir rýma skjótt úr reiðrinum, ofta sama dag, teir eru útkomnir. Kvikir eru ungarnir til fóts, men tá ið fólk nærkast, liggja teir heilt stillir og eru tá ringir at fáa eyga á. Tá ið teir eru floygdir, fara teir oman í fjøruna við hinum gomlu, sum teir væl kennast frá, av tí at nevið er dimmbrúnt har frammi, og beinini eru grálig.

Spurningurin er so, um hetta tjaldursparið longu nú hugsar um at reiðrast á fínu tekjuni á nýggja skúlanum? Í øllum føri kanna tey umstøðurnar í hesum døgum, og líkt er til, at tey amast meir at fólki, enn tey fyrr gjørdu. Og kanska hava tey einki ímóti, at vit vita, hvat tey møguliga hava í hyggju?

 

 

 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar