Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

15. mar 2021

EIN OVURFEGIN VIKARUR

Vit eru í skúlakøkinum, tað er fríggjadagur,  4. flokkur hevur heimkunnleika. Í dag hava tey ein vikar, tí lærarin er burturstaddur.
 
Vikarurin er ikki kendur í skúlakøkinum, men tað bilar einki, tí næmingarnir kenna køkin væl; seinastu mánaðirnar hava teir nevniliga verið har tvær ferðir um vikuna og hava lært ein hóp. “Lærarin hevur skrivað á heimasíðuna, hvat vit skulu gera í dag, og uppskriftin liggur eisini har,” letur í einum. Tey eru skjót at vísa vikarinum út í stóra kovan, meðan tey siga honum, hvat tey skulu gera. “Havragreyt við rosinum, mjólk og kanelsukri,” skundar ein sær at siga, og fer eftir einum pakka av havaragrýni.
 
Næmingarnir eru væl skipaðir, teir vita, hvørjum bólki teir eru í, og hvørjum borði, teir skulu arbeiða. Ein dugir uppskriftina uttanat, og hon kemur upp á talvuna:
Amboð: Kasserolla, sleiv, desiliturmát. Uppskrift: 120 g havragrýn, 3 dl av vatni, 1 dl av mjólk, ¼ ts av salti. Setið hitan á 9, so 4, latið kóka til greyturin er nóg tjúkkur. Blandið kanelsukur, 1 dl av sukri, 1 sk av kanel. Stoyið kanelsukur, rosinur yvir litna greytin. Stoyt mjólk í. Vælgagnist!
 
Nú er ein námsfrøðingur komin inn í køkin, so nú er alt uppaftur lættari. Tey arbeiða væl saman, børnini, og smátt um smátt er havragrýn kókað til lesikligan havragreyt. Tey setast til borðs at eta. Liðug fara tey at vaska upp.
 
“Nú skulu vit hava uppteljing,” minnir ein á. Hetta veit vikarurin einki um, men tað vita næmingarnir alt um. Gott skil er í, mannagongdirnar verða hildnar, sjálvt um køkslærarin ikki er á staðnum júst nú. Og so telja tey, og ansa eftir, at alt er har, sum tað eigur at vera. “Her manglar ein sleiv, ein tallerkur ov nógv....,” orðini fúka rúnt í køkinum. Løtu seinni er alt komið upp á pláss.
 
Klokkan er nú farin av ellivu, og sanglærarin stendur í køksdurinum: “Tit eru væl komin til konsert í tónleikastovuni.” Tey eru skjót at taka av, men fyrst mugu tey rudda tað allarsíðsta av vegnum .....
 
Ein góður dagur í køkinum. Og til alla lukku fyri vikarin, gjørdist tað ikki so strævnið,  sum hann sá fyri sær tveir tímar framman undan. Ein ovurfegin vikarur fer í fríkorter  :-)


 
 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar