Tíðindi

08. okt 2025

NÁMSFERÐ Á EYSTUR­LANDIÐ

08. okt 2025

ILLUSTRERET VIDENSKAB

08. okt 2025

HISTORIE

08. okt 2025

WESTWARD HOO, 1884 - 2024

08. okt 2025

LITTERATURENS HISTORIE

07. okt 2025

GLOYMD KLÆÐI OG GLOYMDIR LUTIR

07. okt 2025

GRANNALJÓÐ

09. mar 2021

LOUISA TAKKAR FYRI SEG

Í gjár var hugnalig samkoma í starvsfólkastovuni í sambandi við, at Louisa Lamhauge hevði sín seinasta arbeiðsdag í fólkaskúlanum. Stjóri og starvsfelagar bóru góðynski, gávur vórðu handaðar og fjøldin fjálgaði løtuna við felagssangi. Sum vant átti BergurR, okkara egna veitsluskald,  beinrakin og skemtilig orð í einum teirra.  Louisa er væl skorin fyri tungubandið, og hon kvitteraði við eini heimspekiligari røðu við íblástri úr tveimum barnabókum, har evnið var tíðin.

Louisa tók prógv á  Føroya læraraskúla í 1989 og hevur síðan tá fyri tað mesta arbeitt sum skúlalærari. Men hon hevur eisini tikið hægri útbúgvingar.  Síðani 2015 hevur hon burtur av virkað sum skúlabókavørður í Skúlanum á Fløtum við høvuðsábyrgd av grunddeildini. 

Vit í Skúlanum á Fløtum kenna Louisu sum ein trúgvan, dugnaligan og fakligan sterkan starvsfelaga. Eygleiðari er hon sum fáur og eingin uppgáva er henni lítisverd. Góða Lousia, alt tað besta higani av Fløtum, vónandi tekur tú tær stundir at koma inn á gólvið, tá ið hugurin reikar hendavegin.

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar