Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

26. feb 2021

SkúlaFM í Íverksetan: Skúlin á Fløtum vann 3. plássið


Jens Mortan og BergurR eru lærarar í íverksetan, og  teir báðir verið   norðri í Fuglafirði við íverksetaranæmingum. Jens Mortan sigur soleiðis um finaluna:
 
“Vit vóru aftur við í SkúlaFM í ár, hesa ferð var kappingin hildin í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Dagurin byrjaði við morgunmati og fyrireiking . Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum,  legði fyri við søgum um vørur og íløgur, ið hava broytt hugburð og livsstøði í Føroyum. Hann nevndi alt frá skipstroygguni  til  til slóðbrótarafyritøkuna Guðrun og Guðrun, frá  at royta seyð á knøunum til roytistativ og so nært hann eisini við  djóravælferð.
 
6 bólkar vóru við til kappingina. Okkara næmingar hava arbeitt við hugskotinum ‘Aktivt fríkorter´, ið er ein pakki við 10 teimum best dámdu borðspølunum millum næmingar. Eisini hava tey gjørt eitt borðspæl, ið er eitt ringlispæl, ið stimbar fakligu vitanina, samstundis sum rørsla er ein partur.  Eitt einfalt sosialt og virkið spæl, ið kann spælast av næmingum í øllum aldri. 
 
Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, hevði eina rørandi viðmerking, áðrenn sjálva formligu taluna, um  hvussu langt skúlin hevur  flutt seg rætta vegin. Hann nevndi, at  ið hann gekk í skúla var jólasjónleikurin tað einasta, ið kundi bróta karmarnar rundan um vanligu lærugreinarnar.  Framburð lýsti hann skemtiliga  frá tíðini, tá ið mamma hansara fekk telefon, tí tá kundu  beiggjarnir sita og  tekna myndir av teimu, teir tosaðu við. Teir vóru hildnir at vera heilt í ørviti, men lítið vistu fólk  tá, hvussu henda tøknin kom at menna seg við bæði stillum og livandi myndum á telefonini.”
 
Á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum verður m.a. sagt soleiðis um dagin:
 
“Í dag var Mentunarhúsið í Fuglafirði karmur um finaluna til SkúlaFM 2021, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram. Vinnarin av Skúla FM 2021 í íverksetan gjørdist DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum. Stovnarnir av bólkinum DUEL eru; Durita Jónsdóttir & Elin Eyðunsdóttir, frá Nám X. 
Dómsnevndin legði dent á, at bólkurin megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir. 
 
Nummar tvey gjørdist Re-ball frá Skúlanum á Giljanesi, ið hevði framleitt taskur úr gomlum fótbóltum. Nummar trý gjørdist Fríkorter fyri øll frá Skúlanum av Fløtum, sum høvdu ment eina loysn, ið fekk skúlanæmingar at spæla meira brett spøl. 
Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Hendan kappingin verður 15. apríl. 
 
Betri og Føroya Tele góvu 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin. 
Nr. 2 og 3. fingu somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 kr. og 1.000 kr.”
 
Vit ynskja vinnandi bólkunum og ikki minst okkara næmingum hjartaliga til lukku.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar