Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
First Lego League 2020
Eins og áður er First Lego League aftur á skrá í ár. Hesa ferð hava allir 5. flokkarnir tekna lið til og teir eru so smátt farnir í gongd við ársins evnið: umLeikur (rePlay).
First Lego League er tríbýtt: Fyrst er tað sjálvt samstarvið á liðinum. Hetta eru kjarnavirði, ið stórur dentur verður lagdur á.
Síðani er tað verkevni, ið næmingar sjálvir arbeiða við. Næmingarnir skulu m.a. lýsa ein trupulleika, ið tey so loysa. Við ársins evni í huga, kunnu vit hugsa: Hví spæla vit ikki longur? Ella hví røra vit okkum ikki nóg mikið? Og hvussu loysa vit hendan trupulleika?
Síðsti liðurin er kanska tann, ið vit flestu seta í samband við First Lego League: At byggja Lego, byggja LegoRobott og at loysa avbjóðingar á einum bana. Alt sera avbjóðandi og spennandi.
Alt hetta verður síðani lagt fram á stóra kappingardegnum í november. Jú, víst eru spennandi vikur fyri framman.
(Myndirnar hevur Sjúrður tikið)







