Tíðindi

24. sep 2026

Fyrst Bamsu á gátt so út at renna

24. sep 2026

Tvær skaldsøgur

24. sep 2026

6 lættar smábøkur

24. sep 2026

Sjáldsamir loynidómar

24. sep 2026

Nýtt og spennandi

24. sep 2026

Fótbóltsstjørnur

24. sep 2026

LÆTTAR FAKTABØKUR

23. sep 2020

Nýggjar koronatestir í Skúlanum á Fløtum í dag

Í dag skulu starvsfólk og næmingar í ítróttarrás og næmingar, ið taka 9.fl støddfrøði C møta til seinnu koronatestina, sum hesaferð er í FSF-húsinum.

8.ía og 8.íp skulu møta kl 13:30 uttanfyri FSF húsið

9.fl Støddfrøði C, 9.ía og 9.íp skulu møta kl 14:00 uttanfyri FSF húsið

Starvsfólk skulu møta kl 14:10 uttanfyri FSF húsið

Tey, sum skulu testast í dag, eru framhaldandi í heimasóttarhaldi, til testirnar eru kannaðar. Hetta verður einaferð seint í kvøld ella tíðliga í morgin.

Næmingar, sum landslæknin hevur sett í 14 daga sóttarhald, skulu ikki møta til hesa testina, men skulu fylgja ætlanini há landslæknanum.

Samstundis heita myndugleikarnir á onnur í Skúlanum á Fløtum um at lata seg testa, um tey eru í iva um, tey kunnu verða smittað, so vit kunnu standa saman um at steðga smittuspjaðingini. Sóttarhald rakar kortini ikki hesi, meðan tey bíða eftir testsvari.

Vinarliga

Regin Marnersson, Skúlastjóri

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar