Tíðindi

15. mar 2026

HEILSUGÓÐUR MATUR

13. mar 2026

6.d á Hotel Føroyum

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

08. mar 2026

GLOYMD KLÆÐI

05. mar 2026

Gongustjørnur í forskúlanum

04. mar 2026

7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI

03. mar 2026

ENSKUR LÆTTLESTUR

23. sep 2020

NÚ KOMU LANDSROYNDIRNAR


Landsroyndirnar, sum verða skuldu í aprílmánaði eru í hesum døgum. Vegna koronusmittuna vórðu tær frestaðar til í heyst.

Í gjár høvdu næmingarnir í fimta flokki landsroynd í føroyskum og tey í sjeynda  í náttúru og tøkni. Í dag  er støddfrøði á skránni hjá báðum árgangum umframt náttúra og tøkni hjá fimta flokki. Í morgin fer 7. flokkur  til  føroyskt.  
Ikki er vanligt, at 5. og 7. flokkur eru til landsroynd, men umstøðurnar hava gjørt, at soleiðis mátti vera í ár. Gongur alt eftir vild, so fara næmingarnir í 4. og 6. flokki til landsroynd í vár. 


Reglugerðin um landsroyndirnar er seinast broytt í fjør. Landsroyndir hava verið hildnar í meiri enn 10 ár, tó undantikið í 2 ár orsakað av tøkniligum trupulleikum. Fyriskrivað er, at landsroyndir skulu haldast  í 4. og 6. flokki í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Í føroyskum fatar royndin um lesing og skriving; royndin í lesing er at lesa og skilja tekst, og skrivligi parturin er eitt skrivligt avrik. Úrslitini hjá einstøku næmingunum verða ikki almannakunngjørd. Skúlin gevur næmingunum boð um úrslitið og tryggjar, at foreldrini eisini fáa kunning um úrslitið hjá barni sínum, umframt at tey fáa at vita, hvussu skúlin liggur í mun til miðalúrslitið fyri landið.

Á myndunum síggja vit næmingar í 5.d, sum eru til landsroynd í føroyskum.


Myndir: RUH
Keldur: SáF/skulabladid.fo

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar