Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

14. sep 2020

TÚ BYGGIR IKKI FULLKOMNA HÚSIÐ, FYRR ENN TÚ BYGGIR TRIÐJA HÚSIÐ

Síðsta fríggjadag var nýggj heildarætlan fyri KT-umsitingina í undirvísingarverkinum løgd fram og handað landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálumí Norðurlandahúsinum
 

Heildarætlanin fevnir um hesi bæði høvuðsátøk:

Fyrra høvuðsátakið er eitt trygt skúlanet, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og KT-landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT-vinnuna.

Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á.
 
Okkara maður er við
Martin Karl Olsen er 1. varaskúlastjóri í okkara skúla, og hann er ein av teimum, ið hevur verið í arbeiðsbólkinum.  Martin Karl kennir sera væl til KT økið í fólkaskúlanum, byrjaði í Kommunuskúlanum í 99 og hevur verið við síðani tá. Var við at slóða fyri tí, ið leiddi til Vitanet og so Kervi. “Tú byggir ikki fullkomna húsið, fyrr enn tú byggir triðja húsið,” heldur Martin Karl fyri og sipar til, at nú verður farið undir triðju skipanina.
 
 Nýggja skipanin skal fata um alt tað føroyska skúlaverkið frá 1. flokki allan vegin tvørtur um miðnám, til tú annahvørt ert liðugur á Setrinum ella vinnuskúla. Martin Karl vísir á, at nógv ásøði  hava tað uppáhald, at jú meira fylgir við av tí kenda frá einum undirvísingarstaði til annað, betur er næmingurin at fóta sær í tí nýggja og harvið byrja næstu lærutilgongdina.
 
Føroysk loysn
“Nógvar góðar  útlendskar loysnir finnast, men eingin er bygd júst til okkara land. Tey einastu, sum kunnu byggja eina skipan til Føroyar eru føroyingar. Toymið, ið kemur at arbeiða við verkætlanini, er ein samanrenning millum fleiri sterkar føroyskar fyritøkur, sum vilja vera við at lyfta hesa uppgávuna og menna hana.
 
Vónin er, at vit megna at menna eina skipan, ið gevur skúlaleiðslum, Undirvísingarstýrinum og MMR tey neyðugu aboðini til at navigera í framtíðini, so at tey ikki ganga runt og meta og gita, men vita.” Soleiðis endaði okkara varaskúlastjóri fyrilestur, hann helt Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
 
Hoyrið Martin Karl niðanfyri.
Saman um eina trygga KT-loysn. Heildarætlan fyri undirvísingarverkið 2021-2024: Tryst  HER.

 
 
Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar