Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

26. jun 2020

Námsfrøðingur til Skúlan á Fløtum

Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í sertilboðnum 4-10 er leyst at seta frá 1. august 2020 til 31 juli 2021 at rokna:

 

Um skúlan

Í Skúlanum á Fløtum fara komandi skúlaár at ganga um 775 næmingar í 0. –9. flokki.

Bygnaðarliga er skúlin annars skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 0. -7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 við 37 næmingum og Lopfjølinavið 10-12 næmingum. Skúlin er deildarbýttur í grunddeild, miðdeild, hádeild og tvær serdeildir. Frá komandi skúlaári húsast Skúlin á Fløtum í trimum støðum: serskúlatilboðið 4-10, sum í løtuni húsast við Landavegin, men flytir út á Argir; lopfjølin, sum er í Margarinfabrikkini og grund-, mið- og hádeild, sum húsast saman við frítíðarskúlanum við Hans Andriasar gøtu á Fløtum.

Lýsta starvið er við starvsstaði í 4-10, sum flytir út á Argir.

 

Um starvið

Starvið sum námsfrøðingur í sertilboðnum fevnir um at saman við lærarum og hjálparfólkum at skipa  skúladagin hjá upp til 37 næmingum, ið allir eru partur av sertilboðnum.

Starvið krevur nógva fyrireiking og eginleikar at kunna tillaga seg til tað sum dagurin hevur at bjóða.

Førleikakrøv

Skúlunum tørvar ein námsfrøðing, ið er:

arbeiðshugaður,

nærlagdur,

tekur ábyrgd,

samstarvshugaður og sær møguleikar og

Leggur dent á felagsskapin

Og kann taka undir við narrativu tilgongdini

Tann, ið settur verður í starvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving og royndir á serøkinum eru ein avgjørdur fyrimunur.

Setanarviðurskifti

Starvsøkið er Mentamálaráðið og stovnar undir tí við fyribils starvsstaði í Skúlanum á Fløtum.

Talan er um starv við setanarbroti 1,0 til serskúlatilboðið 4-10.

Námsfrøðingastarvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingurin er løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Regini Marnersyni, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi kl 12:00 fríggjadagin 10. juli. 2020.

Umsóknin verður stílað til:

reginm@saf.fo og merkt ”Starv, námsfrøðingur 4-10”

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Regin Marnersson, skúlastjóra tlf. 216676 ella Suna Jacobsen, samskipara í sertilboðnum, á 220013

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar