Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

  • A.f.v: Jens Chr., Anna, Beinta, Marjun, Fríðhildur, Jörgin, Oddfríður, Rubek. F.f.v: Marilyn, Tordis, Jonna, Rudi, Arnóra, Barbara, Ester, Annvør. Petur R vantar á myndini.
  • Fríðhildur
  • Jörgin
  • Rudi
  • Rubek
  • Jonna
  • Rubek
  • Tordis
  • Arnóra
  • Marjun
  • Tordis
  • Ester
  • Anna
  • Oddfríður
  • Fríðhildur
  • Jens Christian
  • Beinta
  • Jens Christian
  • Beinta
  • Barbara
  • Arnóra
  • Barbara
  • Jörgin
  • Annvør
  • Marjun
  • Annvør
  • Ester
  • Anna
29. jun 2020

TAÐ REGNAÐI VIÐ BLÓMUTYSSUM

Sum siður er,  savnaðust starvsfólk til hugnaløtu seinasta yrkadag í skúlaárinum. Í ár var tað tó eitt sindur øðrvísi, tí seinasti skúladagur hjá næmingunum  var longu fríggjadagin 19. juni, t.e. eina viku frammanundan, lærarar fóru í summfarfrítíð.
 
Skúlastjórin plagar vanliga at halda røðu fyri starvsfólkunum, og tað gjørdi hann eyðvitað aftur í ár. Nú fara vit ikki at endurgeva alla røðuna her, men eitt brot kann takast við,  sum lýsir stóru broytingarnar, ið liggja skamt frá okkum.
 
- Pippi, ótruliga gentan hjá Astrid Lindgren, hon  fylti 75 ár 21 mai í ár. Aldur sæst ikki á henni. Hon skal hava sagt:
 “Hetta havi eg ongantíð roynt áður, so hetta fari eg heilt sikkurt at klára.
 
Vit hava ongantíð roynt at fingið so góðar umstøður fyrr, sum vit øll fara at fáa í heyst, so tað fara vit heilt sikkurt at klára. Tað er eitt problem við sitatinum, men tað er ikki tit. Problemið er, at Pippi hevur ongantíð sagt orðini, ið eru mítt yndissitat. Vit kundu sagt, at sitatið er fake news. Tí sambært heimasíðuni hjá rættindagrunningum hjá Astrid Lindgren stendur júst hetta sitatið undir Kända men felagtiga citat.
 
Tað, sum Pippi segði í bókini Pippi fer at keypa, var tá ið hon varð spurd, um hon dugdi at spæla klaver:
 “Hvussu skal eg vita, um eg dugi at spæla klaver, tá ið eg ongantíð havi spælt upp á eitt klaver? Og tað skal eg siga tær, Tommy, at duga at spæla klaver uttan klaver, tað krevur ómetaliga nógva venjing
 
Vit hava ongantíð roynt at verið savnað. Tað fara vit at royna í heyst. Tað verður okkara mest spennandi verkætlan í mong ár. Vit hava higartil havt skúla, uttan at hava nakran skúla. Samanlagdi skúlin hevur bara arvað bygningar og bingjur. Nú fara vit at fáa fantastiskar umstøður. Tá skal tað runga í klaverinum. Tað ivist eg ikki í... 


 
So fór at regna við blómutyssum og gávum. Stjórin segði beint áðrenn:

- Takk fyri, eg eri ikki liðugur enn, tí vit hava nøkur okkara millum, sum hava 310 rundar og hálvrundar starvsdagar.
Og so bar Regin  beinraktar og blíðar kvøður til hvønn einstakan av teimum 17 fagnaðu:
 

  • Anna: 10 ár
  • Ester:  10 ár
  • Oddfríður: 10 ár
  • Arnóra: 15 ár
  • Marilyn: 15 ár
  • Marjun: 15 ár
  • Tordis: 15 ár
  • Rubek: 15 ár
  • Rudi: 15 ár
  • Petur Reinert: 15 ár
  • Jörgin: 20 ár
  • Jonna: 20 ár
  • Annvør: 25 ár
  • Barbara: 25 ár
  • Beinta: 25 ár
  • Jens Christian: 30 ár
  • Fríðhildur: 35 ár
     

BergurR er altíð skjótur at smíða aktuell orð til onkran góðan felagssang. Og so var aftur hesaferð, og hann bar heitið Skúlin á Eindum, og  varð sungin til lagið Der går en dansk på Sunnanø:
 
Nú fara vit í summarfrí, hvør ársætlan er klár,
og pakkað er hvørt nikk og prikk, tað var eitt serstakt vár,
við Covid-19 sprittanum til húðin gjørdist sár!
Sigur nú Skúlin á Eindum: Takk fyri í ár!
Sigur nú Skúlin á Eindum: Takk fyri í ár!
 
Og Regin heldur røðu skjótt og greiðir okkum frá,
at Fløtur eru lidnar, men – hann má tó vísa á –
á Eindum byrja næsta ár. Sjálvandi – hvat tá?
Sigur nú Skúlin á Eindum: Man tað ikki gá?
Sigur nú Skúlin á Eindum: Man tað ikki gá?
 
Vit lærdu jú av Corona, at skúli er so mangt,
og meir enn bara bøkur, ja – man sleppur faktiskt langt –
við lærar´frælsi at læra tey ímillum rætt og rangt!
Og um einki annað riggar, so ... send eygnabragdið strangt!
Og um einki annað riggar, so ... send eygnabragdið strangt!
 
Vit sita her í veitslusal´við hetta góða borð.
Skjótt oyðimarkargongd er av, nú bákna veldig kor.
Á Fløtum vit í september fer verøld ei í sor.
Sigur tú skúlin á Eindum: Vit hava sett várt spor.
Sigur tú skúlin á Eindum: Vit hava sett várt spor.
 
Nú fara vit í summarfrí, øll fyrireikað væl,
Vit gleðast um hvørt nikk og prikk og heilsast nú so sæl,
Tí Fløtur bákna eiggiligt, har niðan skjótt man skal.
Sigur tú skúlin á Eindum: Tað verður sum eitt spæl!
Sigur tú skúlin á Eindum: Tað verður sum eitt spæl!
 
Skúlaárið 2019-2020 er nú endaliga farið aftur í bak. Næmingarnir fara í skúla aftur týsdagin 18. august, men skúlaárið hjá lærarum og námsfrøðingum byrjar  tann 14. august.

Góða summarfrítíð.
 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar