Tíðindi

24. mar 2026

VAL Á SKÚLABÓKA­SAVNINUM

22. mar 2026

3. OG SEINASTA VIKA: AFTUR SPENNANDI MATARSKRÁ

19. mar 2026

SKÚLA­LEIKIR: 4.B VANN

19. mar 2026

5. FLOKKAR­NIR TIL SKÚLA­LEIKIR

15. mar 2026

HEILSUGÓÐUR MATUR

13. mar 2026

6.d á Hotel Føroyum

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

13. mai 2020

VITANARFRÓÐU: EYKAKAPPING


Vinnarin av Vitanarfróðu kappingini 2020 er júst kosin. Orsakað av avmarkingunum í koronutíðini, varð hetta gjørt í Kollafjarðar skúla, tá ið vinnandi flokkurin hevði sín fyrsta dag í skúlanum aftaná næstan 2 mánaðir við heimaundirvísíng.


Tey í Námi og Granskingarráðnum halda, at skúladagurin í hesum tíðum hóskar seg sera væl til mátan, sum Vitanarfróðu arbeiða. Tey hava tí gjørt av at skipa eitt eyka kappingarumfar við Vitanarfróðu. Evnið kann vera okkurt, sum er koronatengt, men tað kann eisini vera okkurt heilt annað. Tað kann til dømis vera okkurt, sum hevur við umhvørvi og náttúru at gera, nú summarið nærkast. Ella okkurt, sum er broytt, meðan næmingarnir hava verið heima. Tað einasta kravið er, at næmingarnir skulu kunna halda koronutilmælini, meðan teir granska.


Um kappingina
Ársins Vitanarfróðu er kapping fyri skúlaflokkar. Endamálið er at fáa skúlanæmingar at royna seg við einum arbeiðshátti, sum líkist honum hjá vaksnum granskarum.
 
Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróðu er í seks stigum:

  1. Hetta undrist eg á
  2. Hví er tað so?
  3. Legg eina ætlan
  4. Savna upplýsingar
  5. Hetta eri eg komin fram til
  6. Sig øðrum frá

 
Hesa arbeiðsgongdina skuldu næmingarnir skjalprógva í eini frágreiðing, sum skal latast Granskingarráðnum í seinasta lagi 30. juni 2020. Vinnarin verður kosin við skúlaársbyrjan. Vinningurin er 5.000 kr. til vinnandi bólkin

Les meira HER

(Kelda: gransking.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar