Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

13. feb 2020

ABBI KOM Á GÁTT AT SIGA FRÁ

Dánjal Poulsen, abbi Silas í 4 a, fortelur um Holocaust

Jónfríð er lærari í 4.a og hon greiðir soeliðis frá:

Í samband við  at 27. januar er almennur minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp, varð hetta evnið viðgjørt í søgutímanum í 4. flokki  tveir dagar seinni. Vit tosaðu um, hvussu fólk vórðu  býtt upp og koyrd í týningarlegur og hugdu at upptøkunum, ið eru á heimasíðuni www.snar.fo. Næmingarnir vóru sera forvitnir, tá ið teir hoyrdu um tað  ræðuliga, ið fór fram. Børnini vóru øll  samd um, at slíkt  ongantíð má henda aftur.

Í gjár kom so abbi Silas, Dánjal, á vitjan í søgutímanum og fortaldi okkum um Holocaust. Ein sera áhugaverd framløga, sum varð stuðlað við viðkomandi  myndum. Serliga søgan um lítlu jødisku Eriku  vakti serligan ans hjá næmingunum:  Ávegis til eina týningarlegu varð unga sakleyusa gentan blakað úr einum toki  við eina jarnbreytastøð. Helst var tað mamma hennara, ið gjørdi hetta fyri at bjarga lívinum í dóttur síni. 

Tá Dánjal var liðugur at siga frá, høvdu næmingar høvi at seta honum spurningar, og tímin endaði við, at tey fingu saft og køku.

Ein áhugaverdur, læruríkur søgutími um eitt álvarsligt skakandi evni,   sum samstundis var hugnaligur.

Vit takka Dánjali,  abba Silasi, at hann gav sær stundir at koma á gátt at greiða frá.   

 

_____________________________________

 

UM LÍTLU JØDISKU ERIKU:

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar