Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

10. jan 2020

Lærari til Skúlan á Fløtum, farloyvisstarv


Starv sum leiðari í førleikastovuni er leyst at søkja

Starvið er eitt tíðaravmarkað farloyvisstarv fulla tíð frá 3. februar til 29. mai 2020. Møguleiki er fyri at halda fram eftir 29. mai í lægri setanarbroti eftir 29 mai, og møguleiki er eisini fyri at lesa vikartímar umframt føstu tímarnar eftir 29. mai til seinasta skúladag.


Lýsing av skúlanum 
Í Skúlanum á Fløtum ganga 764 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 og Lopfjølina. Skúlin húsast í løtuni í 5 eindum í býnum. Skúlin verður ætlandi savnaður á Fløtum summarið 2020.


Betri karmar 
Tórshavnar kommuna er farin undir arbeiðið at byggja ein nýggjan skúlabygning til Skúlan á Fløtum, sum er á leið 11.600 m2 og er ætlaður til 850 næmingar, íroknað frítíðarskúla og forskúla. Skúlin fer at hava ein framkomnan vísindadepil, ið lutvíst eisini verður talgildur. Nýggi skúlabygningurin stendur væntandi klárur í mai 2020.


Virðisgrundarlag
Virðisgrundarlag skúlans byggir á fakliga styrki, viðurkennandi námsfrøði og felagsskapin; í einum læruumhvørvi, ið rúmar bæði hondum og huga.  Skúlin slóðar fyri og luttekur í fleiri undirvísingarligum átøkum. Skúlin leggur stóran dent á talgilding í undirvísingini, har grundleggjandi amboð, bøkur o.a. í stóran mun eru talgild. 


Søkt verður eftir lærara,
sum umframt serlæraraútbúgving ella linju í serlestri, hevur hug og hegni at virka og samvirka í toymi, eru væl fyri á KT-økinum, er fakliga væl fyri og hevur sterkar relatiónsførleikar. 


Okkum tørvar lærara, sum hevur viðkomandi royndir á serøkinum at vísa á.


Vit vænta, at tú
dugir at samstarva og er fyrikomandi. Ert fúsur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum. Ert við til áhaldandi at menna skúlan. Ert stundisligur og nærlagdur. Leggur dent á virðið í felagsskapinum og torir at bjóða mørkunum av.


Krøv, Lønar- og setanartreytir
Prógv sum fólkaskúlalærari er krav. Er eingin umsøkjari við serlæraraútbúgving ella linju í serlestri, sum søkir, er møguleiki at seta lærara, ið kann vísa á tilsvarandi royndir.


Starvið er lønt í lønarflokkinum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.


Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, serlærari” í seinasta lagi fríggjadagin  24. januar 2020 kl. 12.00.


Nærri fæst at vita um størvini hjá Regini Marnerssyni á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar