Tíðindi

18. sep 2026

RENNIDAGUR

11. sep 2026

DE 5

11. sep 2026

TEKNISØGUR

11. sep 2026

2 danskar

11. sep 2026

Danskur lættlestur

11. sep 2026

Skaldsøgur

11. sep 2026

Nýtt enskt

04. nov 2025

VINNARIN Í NAVNAKAPPINGINI ER FUNNIN

Nýggja hølið á skúlabókasavninum fær navnið Kvirra

 

Mong hugtakandi og  skapandi uppskot komu inn, men vinnandi navnið var eitt, sum rakti snóra beint. Uppskotið var  Kvirran, men dómsnevndin hevur tó loyvt sær at stytta navnið við einum bókstavi, so tað er óbundið: Kvirra. Hetta er navnið á nýggja hølinum á skúlabókasavninum. 

Dómsnevndin heldur, at navnið fangar kensluna av friði, nærveru og hugna, sum vit vilja skapa í hølinum. Kvirran gevur pláss fyri lesnaði samrøðum, íblástri og upplivingum. Í Kvirru kunnu vit steðga á, liva okkum inn í søgur og hugsavna okkum í friði og náðum. Navnið er sum skorið til okkra nýggja høli, har vit savnast um orð og tankar í góðum løtum.

Vinnari gjørdist Rani Demir, sum gongur í 8. flokki. Hann fær eitt gávubræv á kr. 300,- frá SMS sum viðurkenning fyri frálíka uppskotið.

Hjartaliga til lukku, Rani. Eisini stórar tøkkir til tykkum mongu, ið tóku lut í kappingini. 

Vinaliga

skúlabókavørðirnir

 

Myndir: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar