Tíðindi
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
TEY Í 3.B TÓKU ÍMÓTI KONGI Í NÓLSOYARFIRÐI
Til tann kreativa
Til ensktlæraran
AT RENNA
ELSUPA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
Skúlabókasavnið hevur seinastu vikurnar skipað fyri einari søgukapping fyri næmingum í 4., 5. og 6. flokki. Kappingin fekk góða undirtøku, og yvir tjúgu søgur vórðu sendar inn. Endamálið við kappingini var at eggja børnunum at menna síni skrivligu evni og at skapa rúmd fyri skapandi frásøgum.
Skúlabókavørðarnir Margreth, Jóhanna Sofía og Jörgin hava lisið allar søgurnar, og tey eru sera væl nøgd við dygdina. Tey trý leggja dent á, at stór fragd at lesa søgurnar, men samstundis var uppgávan at velja vinnararnar torfør, tí so nógv góð avrik vóru at velja ímillum. Tey vísa á, at kappingin hevur avdúkað fleiri evnaríkar ungar orðasmiðir, sum kunnu mennast enn meira í framtíðini.
Skúlabókasavnið vónar, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, har næmingar fáa høvi at vísa sítt hugflog við sínum skrivikynstri.
1. virðisløn – “Mínar ommur”
Elsupa, 5.D
Hjartanemandi og innilig søga við góðum og stuttligum eygleiðingum. Frálíkar lýsingar um tað at gerast gamal, sjúkur og dementur og eisini um tætta sambandið millum ættarliðini.
2. virðisløn – “Revolvara móti høvdið”
Óluva Lín, 4.E
Spennandi søga, ið fangar lesaran við livandi dialogi og sterkum persónslýsingum. Eg-frásigarin er serliga væl lýstur.
3. virðisløn – “Eg detti”
Silja, 6.A
Væl skrivað søga við dýpd og góðum eygleiðingum. Søgan lýsir persónlig sambond á áhugaverdan hátt og endar við einum sterkum og væl avrundaðum enda.
Virðislønir
Vinnararnir hava fingið gávukort frá Bowlinghøllini sum virðisløn fyri sítt frálíka íkast til kappinngina.



