Tíðindi

06. des 2024

SKÚLAJÓL

19. des 2024

JÓLAHALD Á FLØTUM

18. des 2024

FRØÐI

17. des 2024

JÓLASIÐIR Á FLØTUM

12. des 2024

TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR

04. des 2024

GLOYMD KLÆÐI ........

04. des 2024

Ill. videnskab, nr. 19

  • Barbara og Arina úr Ferro bólkinum taka uppgávuna at “klippa” olju í stórum álvara. Beinta var við í bólkinum, men vantar á myndini. | Mynd: BRA
  • Her er royndarglasið við paraffininum, sum skal “klippast” sundur. Barbara, Arina og Beinta hava latið 20 ml av paraffinolju í royndarglasið. Í oljuna stungu tær glasull, sum oljan so kundi seyra inn í. Tað er tí niðasti parturin av glasinum er svartur – glasullin er vát í gjøgnum (mettað) av oljuni. Síðan varð eitt evni, sum kallast perlu-katalysator latið í glasið (smáu hvítu kúlurnar), og enn eitt lag av stálull omaná. Tá oljan verður hitað og filtrerað gjøgnum katalysatorin hendir “klippingin”. Í royndarglasið, sum stendur í vatni kemur ein gul olja, og í ein posa verður eitt gass savnað! | Mynd: BRA
  • “Klipta” parraffin oljan brennir væl ... bæði sum løgur og sum gass. | Mynd: BRA
26. sep 2024

Olja er ikki bara olja!

Flest øll munnu vit vita, at olja ikki bara er olja. Tað er avgjørdur munur á olju.

Matoljan, sum vit stroya yvir kipsini, áðrenn tey fara í ovnin, ella steikja fiskin í á pannuni, er slett ikki tað sama sum oljan, tangabilurin kemur við til oljufýrin. Als ikki sama olja, sum vit hita húsini við!

Og tó ...

Oljur eru fyrst og fremst settar saman av grundevnunum carbon (kol) og hydrogen sum hanga saman í “ketum”, og so er tað spurningurin, hvussu long ketan er, ella við øðrum orðum, hvussu nógv atom eru av hvørjum slag, sum meiri ella minni bestemmar, hvat slag av olju, talan er um.

T.d. er oljan, sum hevur 8 carbon atom og 18 hydrogen atom kend sum oktan. Hatta er meir ella minni tað sama sum bensinið, sum fer í bilin.

Hygg næstuferð tit eru á tangastøðini. Har stendur 95 oktan við grøna kranan!

Í royndini 9ndi Ferro (jarn) gjørdi fyri kortum skuldu næmingarnir “klippa” sundur paraffinolju, sum hevur nógv fleiri C og H atom enn oktan.

Gula oljan (nonan) varð stoytt í skálina og brend, sum bílætið vísir ...

... parturin, sum varð "kliptur" burturúr, kallast eten, og tað er ein gass.
Men brennir hon? - Trýst á leinkið og vita!

BergR

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar