Tíðindi

25. feb 2026

FAKTABØKUR

25. feb 2026

LÆTTLESTUR

25. feb 2026

MYNDASØGA

25. feb 2026

BÍBILSØGA

25. feb 2026

ÚR FØROYINGASØGU

25. feb 2026

Nýggj krimi

25. feb 2026

LÆRARAHILLIN

07. mai 2024

DYSTUR MILLUM FÓTBÓLTSRÁSIRNAR

Fyrsti dystur millum fótbóltsrásirnar í Skúlanum á Fløtum og Skúlanum við Løgmannabreyt var á ovara vølli  í Gundadali í morgun.  Spælt varð tvær ferðir 25 minuttir

Góðir leikarar í báðum liðum, sum ídnir stríddust fyri steypinum. Á heimasíðuni hjá Skúlanum við Løgmannabreyt skriva tey m.a. soleiðis um dystin:

“Javnt gekk á leingi, men í endanum á fyrra hálvleiki legði SAF seg fram um. Nakað inn í seinna hálvleik javnaði SVL og rómurin frá SVL áskoðarunum var øgiligur. Nú var háspenningur í luftini.

Men so fekk SAF tvey tøtt  mál, alt tóktist at vera avgjørt. Tó megnaði SVL at svara aftur og eina góða løta stóð 2-3. Í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, fóru allir SVL leikararnir í álop, eisini málmaðurin og stórt trýst var lagt á SAF málið. Men inn fór bólturin ikki. 

Og so hendi tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Skotini duna í móti málinum, men so einaferð, endar bólturin úti á miðjuni, her ein einsamallur áleypari bíðar. Og júst tað hendi og soleiðis kundi SAF áleypari renna hálvuna einsamallur og trilla bóltin í tómt mál.

Samanumtikið var góður hýrur á bæði leikarum og áskoðarum, sum heilt týðiliga hugnaðu sær saman.”

Dysturin endaði við 4-2 sigri til okkum á Fløtum. Málini skoraðu Silas, Silja, Benjamin B og Rasmus.  Fyri Løgmannabreyt skoraðu Dánjal Mørkøre og Jógan í Lon.  Áskoðaraplássini vóru mannað við hópi av næmingum úr báðum skúlum.

Allan er lærari í fótbóltsrásini, og hann er sera væl nøgdur til dystin, sum var kryddaður við øgiligum  gleimi frá fjepparunum úr báðum skúlum. Eitt tiltak, sum avgjørt verður afturvendandi, sigur Allan.

Les eisini um dystin á heimasíðuni í Skúlanum á Løgmannabreyt HER.

Myndir og upptøka: ATÚ
Keldur: ATU og heimasíðan hjá Skúlanum við Løgmannabreyt

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar