Tíðindi
09. okt 2026
Ungdómsbók - lættlestur
09. okt 2026
LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK
09. okt 2026
LÆRARAHILLIN
09. okt 2026
TIL TEY YNGSTU
09. okt 2026
GÍVRADKÚLIN
09. okt 2026
UM KENSLUR
09. okt 2026
HEIMSINS MIKLU ÁIR
12. apr 2024
TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....
Á GRØNLENDSKUM RÆKJUTROLARA, SUM LIGGUR VIÐ VESTARU BRYGGJU.
Anita lærarri greiðir soleiðis frá:
5.d var og vitjaði umborð á grønlendska rækjutrolaranum Markus. Trolarin kom á Havnina í morgun og fer víðari í kvøld. Umborð vísti maskinstjórin, Páll Olsen, teimum runt. Skipið er rættiliga stórt og kann taka 1000 tons av rækjum.
Næmingarnir vóru uppi á brúnni, í maskinrúminum, í frystilastini og so eisini í messuni, har manningin vanliga etur. Har fingu børnini kakao at drekka. Og so sloppu tey inn í galluni, har kokkurin ger mat, og ikki at gloyma í playstation-rúmið.
Nú er skipið á veg til Danmarkar, har tað skal á beding. Skipið er frá 2019. Næmingarnir vóru sera væl nøgdir við túrin.
Myndir, upptøka og tekstur: AÁF