Tíðindi

20. aug 2026

6.D VIÐ WESTWARD HOO

12. aug 2026

SO VÓRU VIT AFTUR Í SKÚLA

11. aug 2026

SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM

10. aug 2026

KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

24. jan 2024

VÆLVERUDAGUR

Sum vit frættu í gjár, so var 100 daga merkisdagur í forskúlanum. Og í dag hevur Ann-Mari lærari sigur Ann-Mari lærari hetta frá 1. flokki:

 

100 DAGAR Í SKÚLA

1.flokkur hevur gingið 100 dagar í skúla og tað hava tey hátíðarhildið. Í 1.flokki høvdu tey ein sokallaðan vælverudag. Tey kundu fáa fótabað, massagu, andlits og neglaviðgerð, umframt at tey kundu sminka sær. Onkur fekk sær eina tatovering, meðan onnur heldur vildu spæla borðspøl. 

Næmingarnir loystu eisini ymsar 100-uppgávur. Hvussu sært tú út tá tú ert 100 ár? Sit still/ur í 100 sekund, renn í 100 sekund ella dansa í 100 sek. Tað var stuttligt at royna at taka tíð við stoppurðinum, meðan floksfelagin royndi seg. 

Sum tað sømir seg í einum rættum hátíðarhaldi var eisini kaka og saft á skránni. 

Ein góður 100-dagur í 1.flokki

Myndir og tekstur: AMS

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar