Tíðindi
21. mai 2026
Størv 26/27 í Skúlanum á Fløtum, Lopfjølini og Gulaskúla
20. mai 2026
LÆTTLESTUR
20. mai 2026
UNGDÓMSKRIMI
20. mai 2026
TEKNISØGA
20. mai 2026
DE 5
20. mai 2026
SKALDSØGA TIL TEY ELDRU
20. mai 2026
Ensk skaldsøga
16. sep 2023
"ORÐ KANN VERA MORÐ UTTAN M"
Fyrrapartin fríggjadagin vóru næmingarnir í øllum 8. flokkunum til ein evnisdag um etikk. Anna og Rói, sum eru AKT lærarar, samskipaðu dagin. Fyrraparturin var skipaður við fyrilestrum og ymsum næmingavirksemi. Partevnini vóru hesi:
- Etikkur, Anne Mette, sóknarprestur og fyrrverandi formaður í etiska ráðnum
- Etikkur í samskiftinum í fysiska rúminum, Anna, AKT lærari
- Etikkur í samskiftinum á netinum, Daisy, SSP ráðgev
Mettaðir við etikki og greiðir um, at "orð kann vera morð uttan m" fóru næmingarnir niðan aftur á Fløtur til 5. og 6. tíma. Mánadagin byrjar evnisvikan, og tá fara báðir 8.Ð flokkarnir at arbeiða við "etiskum tvístøðum", og Íítróttaflokkarnir við landafrøði.
19. oktober eru allir næmingarnir í 8. flokkunum bodnir til evnisdag, hann ber heitið "Tryggari internetdagur". SSP ráðgevingin skipar fyri.
SLÓÐIR
- SSP ráðgevingin: fylg slóðini HER
- Etiska ráðið: Fylg slóðini HER
- Tryggari internetdagur: fylg slóðini HER
Myndir: JVÚ