Tíðindi

28. sep 2023

TAÐ REGNAR, TAÐ REGNAR, MEN......

27. sep 2023

Firvaldar í forskúlanum

26. sep 2023

6.B VANN ÁRLIGU FISKI­KAPPINGINA

25. sep 2023

FRÁ SKÚLABÓKA­SAVNI­NUM: "KOM OG LES"

23. sep 2023

EVNISDAGAR Í 3: FLOKKI: Í SLÓÐUM HANS ADRIASAR

22. sep 2023

EVNISVIKA

18. sep 2023

NÆMINGAR Í BARNA­ÚTVARPINUM

10. sep 2023

VÍSINDI: TEY GJØRDU BOMM!

Tað er verri enn so altíð, at lærarin gevur næmingum sínum boðini "Hetta mugu tit gjarna gera har heima!" tá ið arbeitt verður í evnafrøði stovuni. Tí har verður onkuntíð gjørt okkurt, sum brestur og sigur BUMM! Onkuntíð brúka tey eld, og tú risikerar at brenna teg!

Onkuntíð verður okkurt blandað saman, sum luktar merkiligt ella kanska beinleiðis illa ...

Men hendan dagin var tað ein søtur og angandi luktur av bommum, sum breiddi seg um hádeildina, tí nú hevði 7ndi flokkur vísindi ... og á skránni stóð, at tey skuldu gera bomm! Og tá var tað, at tey fingu boðini: Hetta mugu tit gjarna gera har heima!

Tey gjørdu bomm eftir 1-2-3 uppskriftini:

  • 1 mát av drúvusukri,
  • 2 mát av melisi og
  • 3 mát av vatni verða latin í eina grýtu og sett út á at kóka undir loki. Rørið ikki í grýtuni.

Tá ið sukurblandið hevur kókað í 10 minuttir, verður lokið tikið av grýtuni og blandið verður hitað upp til 162oC. – Tað má ikki blíva nógv heitari, tí so brennast bommini. – Náa tit ikki hendan hitan, stadnar bomm-massin ikki.

Tá bomm-massin er liðugur, verður hann stoyttur út á bakipappír, sum er smurt við olju. Hetta fyri, at massin ikki skal sita fastur í pappírinum.

Tak í síðurnar á pappírinum fyri at elta massan saman, tá hann enn er ov heitur at nerta við.

Nú kunnu tit lata í massan nakrar dropar av smakkievnum og litevnum, so bommini vera tað slagið, tit gjarna vilja hava ... reyðan lit og anis-smakk, um tit vilja hava kongabomm, t.d. men nógv annað forkunnugt er at finna í goymsluni hjá skúlanum.

Tá ið bomm-massin er nóg kaldur, at tú klárar at nerta við hann uttan at brenna teg, skalt tú rulla hann út sum eina pylsu. Hendan pylsan stadnar skjótt, og tá klippur tú hana sundur í stykkir á passaligari bomm stødd.

Lidnu bommini kanst tú rulla í flormelis, lakress-pulvur ella salmiakk-pulvur alt eftir, hvat tær dámar best.

Ger so væl!

Myndir: RRA

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar