Tíðindi

21. mai 2026

Størv 26/­27 í Skúlanum á Fløtum, Lopfjøl­ini og Gulaskúla

20. mai 2026

LÆTTLESTUR

20. mai 2026

UNGDÓMSKRIMI

20. mai 2026

TEKNISØGA

20. mai 2026

DE 5

20. mai 2026

SKALDSØGA TIL TEY ELDRU

20. mai 2026

Ensk skaldsøga

31. mar 2023

Starv sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

Hungrar tú eftir at sleppa at royna tíni góðu hugskot í verki? Hevur tú væl grundaðar tankar um, hvussu ein væl skipað miðdeild sær út? Torir tú at ganga á odda og skera ígjøgnum, samstundis sum tú eisini dugir at lofta teimum góðu hugskotunum hjá øðrum? Hevur tú ein lítlan leiðara í búkinum, ið er klárur at spretta? So er tað kanska tær vit leita eftir. Okkara miðdeild skal hava ein nýggjan deildarleiðara. 

Forvitin? ja, ha! Trýst so á á leinkið her, tí har kanst tú lesa eitt sindur meira um starvið, umsóknarfreist, setanartreytir við meira. 

Vit bíða eftir tíni umsókn, men vit bíða ikki leingi. Áðrenn tú veitst av, er freistin farin. Skriva okkum tí eina várliga umsókn. So fært tú kanska møguleikan at mynda eina miðdeild, ið dregur at sær bestu starvsfólkini, og sum er full av glaðum, dugnaligum og treystum børnum og nøgdum foreldrum.

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar