Tíðindi
14. jan 2026
HISTORIE
07. jan 2026
HÁTÍÐARLØTA
07. jan 2026
SKÚLAAFTRAN
07. jan 2026
VERULIGAR DANSKAR KRIMISØGUR
07. jan 2026
NATO
07. jan 2026
Spurnarbók um ítrótt
07. jan 2026
TEKNIBÓK
13. des 2022
JÓLAVIKAN Á FLØTUM 2022
Kunning um jóladagarnar 19.-21. des.
Mánadagur 19.des.
Næmingar eru í skúla frá kl. 8.00 – 12.45
Jólahald í høllini kl. 17.00 fyri foreldrum og avvarðandi.
- 6.fl. spælir jólaleik,
- næmingar úr 7. - 9. flokki framføra nøkur løg
- gentur í 5.fl. ganga Lucia
Týsdagur 20.des.
0. - 3. flokkur møta kl. 8.00
- Næmingar í 0. - 2. flokki fylgja dagslongdini og fara í frítíðarskúla aftaná.
- Næmingar í 3.fl. hava frí aftaná jólahaldið.
Næmingar úr 4. – 9. flokki møta til jólahaldið í høllini hesar tíðir og hava frí aftaná.
Kl. 08.30
- 1a, 1b, 1d, 4a, 4b, 4d, 7a, 7b, 7d, 8.ía, 8.íp, 9ðb, 9ðg, 9ðr og 9ðt
Kl. 10.30
- 0.fa, 0.fb, 0.fd, 2a, 2b, 2d, 2e, 3a, 3b, 3d, 5a, 5b, 8ðb, 8ðg, 8ðr, 9ía og 9íp
Skráin fyri jólahaldið er:
- 6. flokkur spælur jólaleik
- næmingar úr 7. – 9. flokki framføra nøkur løg
- gentur úr 5. flokki ganga Lucia.
- dansa um jólatræið
- jólamenn koma við pakkum.
Mikudagur 21.des. - Kirkjugongd í Vesturkirkjuni kl. 11.00
- 0 - 3.fl. møta kl. 8.00
- 4 – 9. fl. møta kl. 9.00
- Næmingar og starvsfólk ganga í langari røð oman í kirkjuna kl. 10.30
3. – 9. flokkur hevur frí eftir kirkjugongdina.
Næmingar í 7. – 9. flokkunum fáa karakterblað eftir kirkjugongdina frá flokslærarunum.
Skúlagongdin byrja aftur týsdagin, 3. januar 2023, kl. 8.00

