Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
Í DAG MINNAST VIT JENS PAULA HEINESEN
Frá skúlabókasavninum:
Í DAG 12. NOVEMBER MINNAST VIÐ JENS PAULA HEINESEN
HANN HEVÐI VERIÐ 90 ÁR
Jens Pauli Heinesen var føddur 12. novembur 1932 í Havn og vaks upp í Sandavági, har pápi hansara var bóndi. Hann fór á preliminerskúla – tað sama sum er 8., 9. og 10. fl - í 1947, har hann hitti Ólav Michelsen og saman funnu teir enn ein vinmann, Tummas Napoleon Djurhuus, Tongla Tummas. Hesir gjørdust kendastu ungu rithøvundarnir í 50 árunum.
Ungur var Jens Pauli stutt skiftið á skrivstovu og tók so studentsprógv í 1952. Legði so leiðina niður til Keypmannahavnar á læraraskúla. Hann var lærari í Danmark í eitt ár og kom heim aftur til Føroya í 1957. Tá fór hann í starv í Tórshavnar Kommunuskúla; í 1968 flutti hann í starv við nýstovnaða Venjingarskúlan, men tvey ár seinni segði hann starvið frá sær og var síðan rithøvundur burturav til hann andaðist 19. juli í 2011.
Vert er at nevna, at Kommunuskúlin og Venjingarskúlin vórðu fyri nøkrum árum síðani lagdir saman til tann skúla, vit hava í dag: Skúlin á Fløtum. Vinmenninir tríggir vóru lærarar á sama skúla, kommunuskúlanum, og tann vegin hevur okkara skúli samband við teir.
Jens Pauli Heinesen er einahelst Føroya virknasti rithøvundur higartil. Hann var treiskur, hann var góðvarin, hann var stuttligur og so hevði hann ein ómetaligan arbeiðshug. Við góða førninginum hevur Jens Pauli lagt úti við fjøruti bøkur eftir seg. Men tað er ikki bara nøgdin, ið ger Jens Paula Heinesen til ein av fremstu høvundum her á landi, tað er sanniliga eisini hetta at seta sær høg mál og uttan at víkja ein tumma og halda kósina eitt langt lív.
Hann var formaður í Rithøvundafelag Føroya árini 1968 til 1975 og eitt skifti limur í nevndini í Varðanum.
Sum ein av okkara virknastu rithøvundum skrivaði hann millum annað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Hann fevndi víða og lýsir m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið, heimið og kærleikan. Eisini skrivaði hann tíðargreiðar og stundum eisini um politikk.
Í samrøðu í Sosialinum fyri okkurt um 40 árum síðani var hann spurdur um, hví hann heldur, at vanliga fatanin í Føroyum er, at tað at skriva bøkur er ikki nakað arbeiði.
Hann svaraði: “Eg dugi ikki at siga tað, men eg haldi, at tað er so. Fólk halda, at tað at skriva eina bók er lætt sum eitt spæl. Men tað er tað als ikki. Tað liggur eitt stórt arbeiði aftanfyri, sum avgjørt krevur sín mann. Og tað er júst tí, eg eri farin frá sum lærari. At vera lærari, tað krevur sín mann. At vera lærari og samstundis at vera rithøvundur ber ikki til – í hvussu er ikki hjá mær. Tað gongur bæði útyvir lærarastarvið og rithøvundayrkið.
Jens Pauli varð eisini spurdur um, hvussu leingi hann arbeiddi við bókini, sum varð skrivað, tá ið samrøðan var gjørd.
Svarið var hetta: “Eg havi skrivað í fýra ár, og hetta er fjórðu ferð, eg skrivi hana. Hon verður út við 500 síður, og eg havi skrivað eini 2000 síður íalt. Og eg havi skriva so at siga hvønn dag í fýra ár. Eg skrivi hvønn dag frá klokkan 8 til 12, men um summarið fari eg ofta upp klokkan 6 um morgunin, tí mær dámar so væl at skriva tíðliga um morgunin.....”
Jens Pauli Heinesen búði í Stoffalág, og hann var javnan at síggja til gongu oman eftir Hoyvíksvegnum, sneiðandi oman á Gripsvegin oman í býin. Hann skrivaði heima, og eisini á ferðunum í suðurevropa.í skúlanum lesur onkur flokkur í hesum døgum stuttsøgur eftir Jens Paula, og flestu næmingar munnu kenna fleiri av teimum, tá ið teir fara úr skúlanum. Ein av teimum, sum altíð er lisin er stuttsøgan Gestur, sum er um gamla hundin, sum eigarin fór illa við og gjørdi av við.
Jens Pauli Heinesen fekk fleiri ferðir bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens
í 1969 fyri Aldurnar spæla á sandi
í 1973 fyri Frænir eitur ormurin
í 1993 fyri Bláfelli og røðina Á ferð inn í eina óendaliga søgu
Í 1999 fekk hann harafturat Mentanarvirðisløn Landsins
Keldur: Bókmentasøgan hjá Árna Dahl, snar.fo, Wikepedia, Soaialurin, saf o.a.
Myndir: jvú



