Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

24. jun 2022

Røða skúlastjórans til prógvhandanina

(Røðan sæst eisini her)

tú slotar mót rekandi skýggjum
tevjar ein droymandi frið
tí, at lívið sum byrjar av nýggjum
er fjalt handan nærmasta lið.

Orðini eigur Anker Eli Petersen. Yrkingin eitur Handan mjørkan. Myndin soleiðis, sum eg síggi hana, er støðan, tá ið vit standa við eitt vegamót. Eitt portur, ella eitt lið, sum tað eitur í tekstinum. Tit síggja ikki inn í mjørkan. Tað er grátt, tað er ókent og ein garður er fyri. Tú sleppur ikki inn í dansin, inn í frælsið. Tú merkir bara friðin inni í mjørkanum og dreymin um tað, sum kundi verið, longsulin eftir tí sum sálin følir, men eygað ikki sær.

Yrkingin snýr seg í mínum hugaheimi um tað at tora ella ikki at tora at taka stigið út í tað ókenda, tá mann kennir á sær, at tað er tað rætta at gera. Ta kensluna kenna vit flest øll. Vit hava staðið við mong vegamót, vit ið hava nóg nógv ár í lívsins bankabók. Mong portur ella lið. Onkuntíð tordu vit ikki at fara inn í mjørkan. Onkuntíð tók vit stigið. Aloftast angra vit bara tey stigini, vit ikki taka, tá ið sálin følir, at hetta er tað rætta at gera. Alt innaní sigur, at hetta er rætta leiðin at fara, hóast gøtan ikki er sjónlig.

Tit standa við eitt portur í dag. Tit skulu øll út hiðani og inn í tað ókenda. Summi hava glett seg til dagin í dag; summi í fleiri vikur, og mánaðir og onkur enntá í ár. Men so hvørt sum dagurin er komin tættari, er ivin eisini vaksin hjá mongum. Tí hvat nú? Lívið hevur higertil verið ein felags gøta. Tit byrjaðu í 1. flokki fyri 9 árinum síðan og hava fylgst meira ella minni hesi 9 árini. Alt - ella mestsum alt - hevur verið avgjørt frammanundan. Tað broytist í dag. Nú skulu tit velja og valini gera, at tit fara í ymsar ættir. Frá nú av er onki eitt krav og restina av tykkara lívi. Nú hava tit frælsi og við frælsi kemur ábyrgd. Júst tí er yrkingin, Handan mjørkan, so viðkomandi í dag.

Tí hvat liggur handan mjørkan, og hvat sigur tykkara innasta kensla tykkum. Hvat teskar sálin tykkum í oyra.

Gunilla Bergstrøm, ið hevur skrivað barnabøkurnar um Álv Ákason og pápa hansara, skrivaði bókina “Alfons og Supersækken”. Bókin kom út á føroyskum í 2012. Sama ár, sum summi tykkara byrjaðu í forskúla. Í týðingini eitur bókin Álvur við styrkiposanum. Álvur er 7 ára gamal og reypar um tað fantastiska, hann hevur gjørt sum kongur í Eginríki. Pápin ivast sum vant í um hetta nú mundi vera eftirfarandi.

Blaðfólk, sum mettu um barnabókina, tá hon kom út vóru á einum máli um, at hetta var ein samfelagsatfinnandi bók. Ein bók um, at tey við valdinum ikki gjørdu tað rætta og ikki tóku sær av sínum fólki.

Gunilla sjálv sigur í viðtalu við blaðið, Information, at hon als ikki hugsaði um hetta. Í hennara huga snúði bókin seg um sálina og hugflogið.

Hon sigur: í dag gongur alt so skjótt. Vit skulu øll forvinna nógvan pening, vit skulu profilera okkum og vísa okkara bestu síðu hvønn dag, og á øllum miðlum, men hvat hjálpir tað, um tað er tómt uppi í høvdinum, og um tað er tómt inni í hjartanum. Um hjartað ikki er við og sálin er tóm.

Hon sigur víðari í greinini, at tað er ikki alt, sum kann forklárast. Viðhvørt føla vit tað rætta, uttan at duga at seta orð á.

Tit fara at møta hesum løtunum í lívinum, sum Álvur kann læra okkum. Mítt ynski er, at vit her í Skúlanum á Fløtum hava hjálpt tykkum at tora at fara um portrið, at tora at fara inn í mjørkan og megna tað, sum tit møta og fagna tí og kenna nøgdsemi.

Tí júst nøgdsemi er eitt annað hugtak, ið liggur fjalt í friðinum og mjørkanum í yrkingini. Anker Eli skrivar:

(...)inni í mjørkanum brennur
eitt bleiktrandi lítilsvert bál
login, ið gerð at tú kennir
lívsneistan í tíni sál.

Hitin og ljósið frá hesum lítisverda bálinum kann lívga teg upp. Hetta bálið eru menniskjuni, tit møta á tykkara lívsleið. Tá tit eru køld, og tað er myrkt rundan um tykkum, tá kenna tit brádliga logan frá einum vini. Tað er so gott at kenna fløvan av einum mennskja, ið vermir tína sál, tá tað er kalt og myrkt. Takið ímóti í takksemi.

Tað koma eisini løtur, tá tit eru bálið hjá onkrum øðrum. Tí er tað so týdningarmikið, at tit minnast til at steðga á, so sum Álvur dugir so væl. At steðga og verða tann sum hitar eina stirda sál. Eingin gáva er betur at fáa og heldur eingin gáva er betri at geva, enn hjálpin til ein, ið veruliga tørvar eina hond og tíðin til at geva hana. Tað er tað sum Álvur og pápin kunnu læra okkum. At hava tíð og hava fantasi og hoyra sína sál teska. Tað er tað, sum Gunilla skrivar um.

Nakrir av granskarunum á danska stovninum Happiness Reserch institute ,hava í 5 ár arbeitt við gleði og nøgdsemi. Teirra niðurstøða er púra greið. Vit verða lukkuligari av at hjálpa øðrum, at reagera upp á okkara fornemmislii fyri, hvat er rætt, av at arbeiða saman móti einum felags máli og at taka okkum av hvør øðrum. Harafturat komu teir fram til at nøgdsemi kann leingja okkara lív munandi. Granskararnir kannaðu millum annað dagbøkurnar hjá einum bólki av nonnum, ið høvdu ført dagbók alt sítt lív. Har komu teir eftir, at tær nonnurnar, ið kendu eitt innara nøgdsemi livdu í miðal 8-10 ár longri enn hinar. So gerið tað sum ger tykkum glað. Steðgið á og følið tykkara nøgdsemi, tá tit hava gjørt tað rætta.

Summi siga, at um tit skulu læra okkurt væl, so skulu tit brúka nógva tíð til tað. 10.000 tímar, sigur onkur granskari, at tað tekur at gerast serfrøðingur í onkrum. Tað er ein máti at nýta sína tíð.

Albert Einstein, ein tann kendast og kanska gløggasti astrofysikarin, ið hevur livað segði:

“um tú vilt, at tíni børn skulu verða gløgg, so les teimum eitt ævintýr. Um tú vilt, at tey skulu verða serliga gløgg, so les teimum hópatals ævintýr.”

Eg veit ikki, hvat Einstein hevði sagt um hugskotið við teimum 10.000 tímunum. Men um eg skuldi gitt, so hevði hann undrast.

Hann hevði helst verið meira hugtikin av tí ríka barnabókmentaheiminum. Fyri at finna upp á nakað nýtt ella finna út av nøkrum heilt nýggjum, so mást tú kunna ímynda tær tað fyrst. Tí, tað tú hvørki følir í tínum hjarta ella sum liggur dult í mjørkanum í tíni sál, tað verður torført at megna at fantasera tær til.

Tá ið vit í Skúlanum á Fløtum verða spurd um, hvat vit gera, so siga vit, at:

Vit vísa í verki, at okkara næmingar(...) trívast og mennast í felagsskapinum og megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum, náttúruni og framtíðini.

Okkara arbeiði er at tryggja, at tit eru klár at møta lívinum. Ikki bara duga at rokna, lesa og skriva. Tit skulu megna at fara út í heimin uttan fyri skúlan, megna tykkara lív, fevna tykkara heim og mynda tykkara framtíð og mong ár frá nú av, skulu tit handa heimin víðari til næsta ættarlið í minst líka góðum ella betri standi, enn tit fingu hann. Tá eg síggi tykkum í dag, so ivist eg onga løtu í, at tað fara tit at megna.

Virðisgrundarlagið hjá okkum í skúlanum er Trivnaður, Treysti og Áræði. Vónandi hava vit megnað at skapt eitt umhvørvi, har tit hava trivist, og vónandi hava tit bæði treysti og áræði at fara um portrið og inn í mjørkan. Í øllum førum kann eg siga, tað var ein fragd at síggja tykkum til gallaveitsluna. Glað, vøkur, hugnalig og lívlig.

Tit hava eisini hvør í sinum lagi fingið ymiskar uppgávur á leiðini. Fleiri tykkara hava plantað trø uttanfyri, tey trøini, ið spakuliga veksa seg stór nú. Onkur av tykkum spældi fyri drotningini seinasta summar. Hon og fylgi vóru bergtikin. Onkur hevur longu figið sín fyrsta dyst á besta liðnum. Onkur fingið sáttmála uttanlands. Onkur sloppin á miðnám, onnur á eftirskúla ella Nám X. Onkur hevur funnið sín lívs kærleika. Nógv hava møtt sínum besta vini. Og eg kundi hildið á. Eg kundi eisini sagt, at onkur hevur ikki tikið avgerð enn. Onkur veit ikki, hvat tey ætla. Onkur hevur ikki funnið sína leið enn. Og tað er sanniliga eisini í lagi.

Tí ein av lívsins lítlu loynidómum er, at tit brádiga kenna hasa teskandi røddina í mjørkanum. Varisliga letur eitt portur, tit ikki kendu, seg upp. Rættiliga nógvar av lívsins ætlanum verða lagdar um, og ofta finnur man júst tað rætta, tá mann villist. Týski heimspekingurin, Ulrich Tølle hevur sagt:

at tað er ikki fyrr enn vit eru okey við ikki at vita, at svarini koma til okkara.

So øll tit sum ikki longu nú hava planlagt restina av lívinum, takið tað róligt og njótið løturnar. Svarið kemur, og tá tokan lættir, tað vakra við lívinum er, at svarið kemur ofta frá teimum, ið vit ikki vita, at vit skulu spyrja. Og øll hini, ið hava planlagt tey næstu 5, 10 ella 15 árini. Verið forvitin. Kanska er tykkara ætlan júst tann rætta, ella kanska koma tit fram á eitt portur, ið tit ikki leitaðu eftir. Kanska brennur login, ið vermir tykkara sál júst har. 

Góði 9.flokkur, 2022. Vit eru savnað her í dag, tí tit fáa prógv. Prógv um, at tit megnaðu fólkaskúlan.

Men prógvið er so nógv meira enn tølini, tit hava fingið í prógvið. Prógvið er løturnar, tá tit stíddust og ikki komu á mál og lærdu upp á tann harða mátan, at summar gøtur eru blindgøtur. Prógvið er fólkini tit hava møtt. Vinfólkini, tit fingu. Tey, sum vóru har, tá tit tørvaðu tað. Prógvið eru lærararnir, sum hjálptu og vegleiddu, tá tit ikki vistu, vóru ótrygg ella ikki dugdu. Prógvið er tað dirvið, sum tit hava ment. Prógvið er samanhaldið, tit hava skapt. Prógvið er alt tað, tit ikki vistu, at tit lærdu, tí tað kom bara til tykkara í einum øðrum samanhangi.

Prógvið er eisini próvtøl. Eitt, ið eg havi hug at nevna í samband við próvtøl, er, hetta við samanberingunum. Gunilla Bergstøm, sum skrivaði søgurnar um Álv, nevnir, at vit liva í eini tíð har alt skal vísast fram. Vit skulu øll avmynda okkum sum perfekt supermenniskju. Eg lovi tykkum, eingin er supermenniskja, men tað er super at vera menniskja, og tað er nakað heilt annað.

Tað er við menniskjum eitt sindur sum við popkornum. Popkorn verða gjørd í somu grýtu í sama hita, sama feitti og sama salti. Kortini poppa øll meisini ikki samstundis. Soleiðis er eisini við tykkum. Bara tí, at tit eru umleið javngomul, merkir tað ikki, at tit poppa í dag. Minnist tí til, at prógvið er ikki tølini í próvnum. Prógvið er kenslan av at hava megnað fólkaskúlan og at hava fingið í gávu alt, sum fólkaskúlin er og ger.

Vælsignaðu ungu fólk. Njótið tykkara ungdóm. Lovi mær at gerast spakuliga vaksin. Torið at vera børn við hvørt og minnist til at njóta løturnar og hvønn annan, spæli. Alt hitt skal nokk koma.

Eg kundi hugsað mær at enda við at vent aftur til lítla vinmann okkara, Álv Ákason, tí hann sigur:

um vit altíð stuttleika okkum, so merkja vit ikki, at vit stuttleika okkum. Tí er tað gott eisini at keða seg við hvørt.

Takk fyri, at vit sluppu at eiga ein lítlan part av tykkum hesi árini, tit hava gingið hjá okkum. Takk fyri tað, tit hava lært okkum um lívið, og vónandi hava tit eisini fingið góðan førning frá okkara starvsfólkum til at møta framtíðini.

Bestu eydnu við restini av tykkara lívi, sum byrjar í dag, nú fólkaskúlin er liðugur.

Og góðu foreldur. Takk fyri lán av tykkara gulli. Vónandi hava tit eisini fingið okkurt gott við á vegnum frá okkum.

Takk fyri okkum, vit sleppa tykkum her.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar