Tíðindi
20. aug 2026
6.D VIÐ WESTWARD HOO
12. aug 2026
SO VÓRU VIT AFTUR Í SKÚLA
11. aug 2026
SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM
10. aug 2026
KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA
19. jun 2026
110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM
18. jun 2026
FELAGSSANGURIN
17. jun 2026
KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG
30. nov 2021
1. B: BURÐARDYGT FØROYSKT TILFAR TIL JÓLA
Sára Sondum, lærari
Sára S, lærari i 1.b, hevur sent heimasíðuni hesi hugaligu tíðindi:
Desemburmánaður er á gáttini, og vit í 1.b hava glett okkum at fríðka floksstovuna til jóla. Vit gjørdu av, at vit vildu nýta ymiskt tilfar úr náttúrini, sum vit sjálvi kundu heinta og evna til jólprýði.
Vit fóru forvitin og fegin oman í vøkru viðarlundina í Prestlág, sum vit kalla Úlvaskógin. Í Úlvaskóginum eru ongir úlvar, men mangt annað forvitnisligt. Vit funnu m.a. greinar av ymiskum træsløgum, bløð, mosa, grannkonglar, træskivur og kubbar.
Komin heim aftur á Fløtur, fóru vit í gongd við at evna tilfarið, sum er vaksið stutt hiðani, til jólaprýðir. Tað var so sera stuttligt og læruríkt.
Heilsan vit í 1.b
Myndir: SSO
