Tíðindi
21. mai 2026
Størv 26/27 í Skúlanum á Fløtum, Lopfjølini og Gulaskúla
20. mai 2026
LÆTTLESTUR
20. mai 2026
UNGDÓMSKRIMI
20. mai 2026
TEKNISØGA
20. mai 2026
DE 5
20. mai 2026
SKALDSØGA TIL TEY ELDRU
20. mai 2026
Ensk skaldsøga
07. okt 2021
VEGARBEIÐI Í RUNDKOYRINGINI VIÐ SKÚLAN Á FLØTUM
Frá 6. oktober verður arbeitt at betra um trygdina við rundkoyringina við Skúlan á Fløtum, har sum forskúlin og grunddeildin eru.
Arbeiðið verður gjørt fyri at trygdin skal vera í lagi hjá bilførarum, súkklarum og hjá teimum, sum eru til gongu og koma við bussi.
Arbeiðið hevur hesar ferðsluavmarkingar:
- Til ber ikki at koyra niðan í rundkoyringina at seta børn av við skúlan. Tó er av og á skipan loyvd á parkeringsplássunum fram við skúlanum fram til kl 9:00 á morgni.
- Parkering á Hans Andriasargøtu ikki loyvd um dagin.
- Heitt verður á børnini, sum koma við bussinum ella ganga, um at fylgja tí bláu linjuni á kortinum og ikki ganga eftir tí reyðu gøtuni fram við Musikskúlanum, sum er stongd, meðan arbeiðið fer fram.
Sí myndirnar.
