Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

08. sep 2021

ALTJÓÐA LESIDAGUR

Skúlabókasavnið minnir  á, at í dag er altjóða lesidagur. Í 1965 útnevndi ST henda dagin  at vera altjóða lesidag. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í 1966. Endamálið við honum er at varpa ljós á týdningin, ið lesing hevur fyri okkum sum einstaklingar, fyri felagsskapin okkara millum og fyri samfelagið alt.
 
Vit lesa av ymsum orsøkum. Stundum lesa vit fyri at fáa vitan og innlit í eitthvørt, ella vit lesa, tí vit vilja vita meiri um tað at vera menniskja, men vit kunnu eisini lesa bara fyri at stytta okkum stundir ella fyri at uppliva spenning.


At lesa skaldskap gevur okkum møguleikan at fáa upplivingar ígjøgnum onnur, meðan vit sita heitt og fjálgt í eini sofu, í einum króki í skúlanum, lesa saman ella hoyra eina góða søgu t.d.  Vit kunnu lesa um, hvussu onnur liva og uppliva, og hvussu tey hugsa og kenna. Vit gleðast saman við teimum, tá ið tað gongst teimum væl, og harmast saman við teimum, tá ið tað gongst teimum illa. Vit lesa um støður og umstøður, sum vit kanska ongantíð sjálvi koma í, og kortini kenna vit okkum aftur í tí felagsmenniskjaliga. Vit fáa innlit í, at vit eru ymisk, hava ymisk kor og ymsar fortreytir. Soleiðis kunnu vit læra um okkum sjálvi ígjøgnum onnur, læra at skilja onnur, ið eru øðrvísi, enn vit sjálvi. Og soleiðis kunnu vit rúmka okkara hugburð og fatan av øðrum, tí vit hoyra øll til sama felagsskap, tó at vit kanska liva í ymiskum samfeløgum og hava ymiskar tilverutreytir.


Yrkingar eru eisini skaldskapur, og tær kunnu  geva okkum nógv at hugsa um. Hóast tekstirnir vanliga eru stuttir, eru teir kortini langir – skilt á tann hátt, at teir við fáum orðum kunnu siga okkum øgiliga nógv og samstundis geva okkum spennandi upplivingar.


Yrkisbøkur siga okkum frá veruleikanum, tær kunnu vera um lond, fólk, djór, vísindi o.s.fr. Bøkurnar geva okkum vita um alt møguligt, eisini vitan um tað, vit einki vistu um framman undan. Á skúlabókasavninum eru øgiligar nógvar bøkur, bæði skaldskapur og  yrkistekstir. Yrkisbøkurnar  tær eru lættar at finna, tí tær eru merktar við tølum. Uppsløg hanga á bókasavninum, sum siga hvat tølini merkja. Bøkur, sum innihalda skaldskap verða nevndar fagurbókmentir, og tær eru settar upp eftir eftirnavninum á rithøvundunum, T.d. stendur Oddfríður Marni Rasmussen undir "R" og Jesper Wung-Sung undir "W". Føroyskar bøkur standa fyri seg, danskar fyri seg, enskar fyri seg. Merkt er við fløggum.
 
Gott er, at børnini altíð hava lætta atgongd til bøkur og lesnað heima, at bøkur og bløð  liggja frammi, har barnið er.
Á býarbókasavninum og skúlabókasavninum eru  nýggjar og góðar gamlar bøkur. Eisini finnast ljóðbøkur  og tær eru góðar, tí tær byggja á skrivað mál, sum er ríkari enn talað mál.


Tey, sum eru limir  í barnabókaklubbanum hjá BFL, fáa 8 bøkur sendandi um árið. Strok, sum er blað til børn í aldrinum 9-16 ár og gott at lesa

Krabbabøkur eru lættlesibøkur, ið eru góðar at venja lesiførleikan.  
Vit er heimasíða fyri børn á kvf.fo; har ber til at lurta eftir søgum, sum eru lisnar í barnaútvarpinum.


HEIMASÍÐUR

  • Skúlabókasavnið: Fylg slóðini HER
  • Bøkur frá Bókadeildini: Fylg slóðini HER
  • Býarbókasavnið: Fylg slóðini HER 
  • Strok: Fylg slóðini HER
  • Vit og kuldakrákan: Fylg slóðini HER


Bókaklubbin. Fylg slóðini HER


Keldur: málmenning og skúlabókasavnið
 
 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar