Tíðindi

25. feb 2026

FAKTABØKUR

25. feb 2026

LÆTTLESTUR

25. feb 2026

MYNDASØGA

25. feb 2026

BÍBILSØGA

25. feb 2026

ÚR FØROYINGASØGU

25. feb 2026

Nýggj krimi

25. feb 2026

LÆRARAHILLIN

09. jul 2021

UPPLIVIÐ, HVUSSU VÍKINGARNIR LIVDU

Enn er eingin føroysk víkingabygd til. Men nú eru ætlanir frammi um at broyta hetta, at byggja føroysk langhús og  sum frá líðir eina víkingabygd. Bygdin skal vera miðdepil fyri livandi føroyskari landnámssøgu, har til ber at uppliva, hvussu forfedrar okkara livdu fyri 1000 árum síðani. Hetta inniber m.a. lívshátt, handverk, ítrótt, tónleik o.a.

Men longu í vikuskiftinum  sleppa fólk  á víkingafestival í viðalundini, har tey kunnu nerta við, hvussu víkingarnir livdu. Bardagaframførslur, søgur og frumkendur tónleikur kann upplivast á staðnum. Tú sleppur á víkingating og at royna teg í nógvum ymsum víkingaleikum. Hevur tú áhuga í handverki ber til at síggja og royna fornhandverk. Á økinum bjóða tey smakkiroyndir av lesikligum mati, sum er tilvirkaðar úr rávørum, ið vóru tøkar í landnámstíðini. Eisini verður bál, har gestirnir kunnu hugna sær saman við víkingum, práta, syngja, flenna og reypa....  Fyrireikararnir ynskja við livandi søgu at vekja áhuga fyri okkara mentanararvi.

Tiltakið er bæði fyri børn og vaksin; stuttligt undirhaldandi og ikki minst lærandi. Víkingatíðin er eitt evni, sum ikki so sjáldan er frammi í skúlanum, og sum sæst í skránni er ikki bara talan um søgu, men eisini handverk, matgerð og tónleik.

Bíleggingar kunnu gerast HER.

Brellast tú eftir bókum um víkingar og víkingatíðina, so kanst  tú vitja skúlabókasavnið, tá ið tú kemur aftur í skúla, tí har eru nógvar bøkur um evnið. Nøkur uppskot eru HER. Hevur tú ikki tol at bíða, so kanst tú lána bøkurnar á  býarbókasavninum.

Góðan víkingafestival og framhaldandi gott summar.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar