Tíðindi
18. sep 2026
RENNIDAGUR
11. sep 2026
DE 5
11. sep 2026
TEKNISØGUR
11. sep 2026
2 danskar
11. sep 2026
Danskur lættlestur
11. sep 2026
Skaldsøgur
11. sep 2026
Nýtt enskt
08. jun 2021
NÁTTÚRUMYNDIR ÚR NÆRUMHVØRVINUM
Næmingar úr 5. og 6. flokki hava tikið myndir í nærumhvørvinum. Uppgávan henda dagin var at taka myndir av náttúruni soleiðis, at hyggjarin ikki beinleiðis kennir aftur, hvar myndirnar eru tiknar.
Øll børnini hava tað til felags, at tey hava havt tímar í iVideo. Hetta er ein lærugrein, sum er partur av Handverk&List í 5. og 6. árgangi. Í lærugreinini læra næmingarnir at taka myndir, gera upptøkur og arbeiða við ljóði og eftirviðgera. Alt skal gerast við einføldum tólum, og í løtuni verða ipaddar nýttir. Lagt verður upp til kreativitet og at nýta hugflogið. Tað ástøðiliga kemur aðru røð, men tað verður eisni brúkt nakað, tá ið eftirmett verður.
Tey sum tikið hava myndirnar eru:
- Símun
- Hallur
- Mihai
- Halgir
- Olivia
- Brestir
- Teresa
- Sirið
- Anja
- Martin
- Tóki
- Per
- Mikal
- Pætur