Tíðindi
19. nov 2026
LÆRARAHILLIN
19. nov 2026
HON ER KOMIN
19. nov 2026
SPURNINGAR OG SVAR
18. nov 2026
Enskur faktalrsnaður
18. nov 2026
GRAFISK ÆVISØGA
18. nov 2026
4 ENSKAR
18. nov 2026
ENSKAR LÆTTBØKUR
22. mar 2021
HJØRDIS SKRIVAR SÆR BØKUR
Hjørdis gongur í 5.d, og henni dámar væl at gera bøkur. Nú ein dagin kom hon at vísa okkum eina, sum er um Tjøldur. Hon skrivar, klippur, teknar og litar. Onkrar myndir finnur hon úr øðrum bøkum, okkurt á alnetinum, og okkurt finnur hon upp á sjálv. Spurd um, hvaðan hon fær vitanina, sigur hon, at hon lesur bøkur, og so fær hon ymist at vita frá teimum vasknu m.a. abbabeiggja sínum, sum eitur Tróndur. Lærararnir hjálpa henni eisini at finna tilfar, sigur hon og læra hana, hvussu, hon skal gera. Hon heldur fyri, at hetta fær hon nógv burturúr, og at hon er sera glað fyri tímarnar saman við Báru og Lisu.
Hjørdis hevur eisini gjørt eina aðra bók, og hon er um slangur. Og mestur fer hon at gera onkra bók afturat.