Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

01. apr 2020

Í MORGIN VERÐUR FUGLABINGO

Frá Føroya fuglafrøðifelag:
 
Í morgin, hósdagin hin 2. apríl kl. 10 hevur Fuglafrøðifelagið fuglabingo, har øll kunnu vera við uttan at fara útum!

Um tú hevur hug at royna, er tað sera lætt:

  • Far til eitt vindeyga við góðum útsýni kl. 10 hósmorgunin
  • Skriva niður allar teir fuglarnar, sum tú sært í ein hálvan tíma, og hvussu nógvar tú sært av hvørjum. Er onkur fuglur, tú ikki kennir, kanst tú royna at lýsa hann í staðin (litur, skap, stødd o.s.fr.).

Far síðani inn á leinkið niðanfyri:

  • Skriva neyðugu upplýsingarnir um teg. Um tit eru fleiri, so kunnu tit   gera tað hvør sær.

So skalt tú klikkja aftur:

  • Skriva øll fuglasløgini, sum tú ella tit sóu, og hvussu nógvir av hvørjum.
  • Trýst síðani "Send"


Tú ert nú við í lutakastinum um ein fuglabók! 

SKRÁSET TEG HER
 

 


Vegleiðing til vaksin frá fuglafrøðifelagnum
 
Fyrst og fremst so vóna vit;  at føroyingar taka væl ímóti hesum lítla spælinum, sum vit stovnseta hósdagin 2. apríl  kl 10-10.30. Vit kallað tað fuglabingo, og hetta lítla spælið inniber, at  tú setir seg við eitt vindeyga ella okkurt stað við góðum útsýni og telur allan tann fugli, sum tú sært . Tað ræður ikki um at síggja so nógvar fuglar sum gjørligt, men heldur at venja seg við at leggja merki til fugl og kenna mun á teimum. Tá ið fuglabingospælið er liðugt, so vilja vit at øll skráseta sínar teljingar á leinkinum omanfyri. Øll, sum skráseta sínar teljingar hjá okkum, verða við í einum lutakasti um ein lítlan vinning - eina fuglabók.
 
Hugskotið um eina slíka teljing er nógv eldri enn Koronakreppan. Í Bretlandi byrjaði sonevnda “Big Garden Birdwatch” í 1979 í bretskum barnaútvarpssendingini Blue Peter, og síðani tá hevur tað verið á hvørjum ári við túsundatals luttakarum. 
 
Tað er ikki vist, at teljingarnar á hesum sinni kunnu  brúkast til vísindaliga gransking, men um vit kunnu betra og endurtaka hana ár um ár, so er væl hugsandi, at hon kann gerast eitt hjálparamboð hjá granskarum at eyðmerkja broytingar í fuglastovnunum í Føroyum á sama hátt sum urtagarðsteljingin í Bretlandi.
 
Fremsta endamálið við fuglabingo er tó, at tað skal verða hugnaligt og læruríkt.
 
Um tit ella børnini kenna tað avbjóðandi at kenna ein fugl frá einum øðrum, so viðmæla vit, at tit hyggja í eina føroyska fuglabók (t.d. “Fuglar í Norðurhøvum” ella “Færøernes fugle”) ella fara á FUGLAR. Her kunnu tit lesa uppá um nakrar av teimum fuglunum, tit kunnu vænta at síggja:
 
Stari

  • Gráspurvur
  • Kvørkveggja
  • Bringureyði
  • Kráka
  • Bládúgva

 
Vit vóna, at tit vilja spæla við, og vit eru til reiðar at vegleiða og hjálpa, um børnini hava spurningar!


 
Nakrir vanligir spurningar, sum kunnu koma fyri, eru:
 
Skulu vit telja allar fuglarnar, sum vit síggja, ella bara teir, sum standa uttanfyri í garðinum?
Svar: Tit skulu telja allar fuglarnar, sum tit síggja; eisini teir, sum flúgva framvið.
 
Hvat um vit ikki vita, hvat slag fuglurin er?
Svar: Royni so at skriva niður, hvussu fuglurin sær út, t.d. “Brúnligur”, “lítil sum ein spurvur”, “gult nev”, “rundur/langur” o.s.fr.
 
Um tað eru nógvir fuglar, og teir koma og fara, hvussu veit eg, at eg ikki telji teir somu fuglarnar aftur og aftur?
Svar: So kanst tú skriva tvey tøl: Eitt sum sigur, hvussu nógvar fuglar tú hevur sæð tilsamans, og eitt sum sigur, hvussu nógvar fuglar tú hevur sæð í senn. Til dømis “eg sá tilsamans 25 starar, men sá bara 7 í senn”.
 
Eg sá eina kettu, og hon forskrekti kanska fuglarnar vekk!
Svar: Ja, tá ið kettur koma framvið, so kunnu tær forskrekkja fuglarnar burtur. Tá tit skráseta tykkara fuglateljing, kunnu tit svara niðast, at tit sóu eisini eina kettu.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar