Tíðindi
Størv í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 25/26
RUNDIR STARVSDAGAR
MÓTI ENDASPURTINUM: 9.Ð Í NÓLSOY
ENSKAR YRKISBØKUR
Á lærarahillini
Lættar enskar yrkisbøkur
ENSKUR LÆTTLESTUR
Størv sum lærari í Lopfjølini og í Gulaskúla
Lærarastørv í Gulaskúla og í Lopfjølini eru leys at søkja
Lærarastørv 25/26
Á Lopfjølini er eitt lærarastarv lesyt at søkja
Í Gulaskúla eru tvey lærarastørv leys at søkja
Evsta mark er 7. mai kl 13:00
Sí meira um tilboðini niðanfyri og um størvini á leinkjunum niðast
Lopfjølin
Lopfjølin er eitt sosialpedagogiskt skúlatilboð, sum heldur til í Margarinfabrikkini í Havn. Til dagligt
arbeiða tveir lærarar og námsfrøðingar á Lopfjølini. Komandi skúlaár fara at ganga 11 næmingar í
framhaldsdeild. Broytingar og tillagingar kunnu koma fyri.
Endamálið við sertilboðnum er eitt samansett námsfrøðiligt skúlatilboð, har næmingarnir fáa
undirvísing og samstundis mennast persónliga við námsfrøðiligum stuðli. Endamálið er, at næmingurin
fær 9. floks prógv.
Guliskúli
Guliskúli er eitt serskúlatilboð til næmingar í 4. – 10. flokk, sum heldur til úti á Argjum. Í Gulaskúla er
málbólkurin næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í fólkaskúlanum.
Til dagligt arbeiða 15 lærarar og 7 námsfrøðingar í Gulaskúla. Komandi skúlaár fara at ganga 66
næmingar í Gulaskúla. Broytingar og tillagingar kunnu koma fyri.
Endamálið við sertilboðnum er eitt samansett námsfrøðiligt skúlatilboð, har næmingarnir fáa
undirvísing og samstundis mennast persónliga við námsfrøðiligum stuðli. Endamálið er, at næmingurin
fær 9. floks prógv.
Sí meira um starvið á Lopfjølini her
Sí meira um strøvini i Gulaskúla her

