Tíðindi

28. jan 2025

Tekning til rásir í 7.fl 25/­26

27. jan 2025

SJÓNVARPIÐ HEVUR VERIÐ Á FLØTUM

24. jan 2025

NÆMINGAR Í STARVS­VENJING

23. jan 2025

MÁNADAGIN ER HOLOCAUSTDAGUR

23. jan 2025

ILLUSTRERET VIDENSKAB

23. jan 2025

LÆRARAHILLIN

22. jan 2025

100-FAGNAÐUR Í FORSKÚLANUM

29. jan 2025

NÆMINGARÁÐSUMBOÐ Á BARNARÁÐSTEVNU

Norðurlandahúsið var karmur um barnaráðstevnu fyri søguligari og slóðbrótandi barnalóg

Harriet lærari hevur ábyrgd av næmingaráðunum, og hon hevur hesa frásøgn um stevnuna:  

Tey, ið skipaðu fyri ráðstevnuni vóru: Barnaverkætlanin, Undirvísingarstýrið, Nám, Barnabati og Norðurlandahúsið. Innbjóðingin var fyri øll næmingaráð í fólkaskúla og í miðnámi í Føroyum.

Skúlin á Fløtum var í Norðurlandahúsinum 22. januar og var umboðaður av 16 næmingaráðsumboðum, ið luttóku sum umboð fyri allar næmingar skúlans.

Fyri at fáa hugsanirnar hjá børnum og ungum í samband við tey trý økini, ið barnalógin fer at fevna um, arbeiddu næmingaráðsumboðini í trimum verkstovum. Her skuldu tey geva íkast síni til nýggju lógina við serligum denti á tað góða skúlalívið, tað góða heimalívið og tað góða frítíðarlívið hjá børnum og ungum í Føroyum.

 
Stutt um Barnaverkætlanina

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur saman við landsstýrisfólkunum í Heilsumálaráðnum, Løgmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og formansskapinum í Kommunufelagnum, tikið stig til at orða eina framskygda visión um at skapa bestu karmarnar um eitt gott lív hjá børnum og ungum í Føroyum. Partarnir eru samdir um at virka í felag fyri at finna loysnir, sum kunnu sameina tænastur og veitingar, sum verða veittar børnum og ungum, til tess at tey kunnu hava viðburð og trivnað. Partarnir ásanna eisini, at økt samstarv er neyðugt fyri at tryggja, at børn og ung kunnu verða sett fremst í tænastuveitingunum, og fyri at vit kunnu hava eitt barnavinarligt samfelag.
 
Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðunum (ST) sigur í grein 12, at børn serliga skulu fáa høvi at koma til orðanna í málum, sum viðvíkja teimum, og at dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið.
 
Brekrættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum (ST) sigur, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum børnum.


Sum áður nevnt, var yvirskipaða málið við Barnaráðstevnuni at fáa sjónarmiðini hjá børnum og ungum um serliga hesi trý økini:

  1. Heim og grannalag/nærumhvørvi
  2. Frítíð og heilsa
  3. Dagstovnur og skúli


Næmingarnir vóru raskir, álvarsamir og hugagóðir og skiltu, at tey ráðandi fegin vildu hoyra teirra rødd viðvíkjandi einari lóg, har teirra íkast fór at vera sera væl skikkað og fór at viga tungt í viðgerðini og avgerðini hjá teimum stýrandi.

Myndir og tekstur: HPO

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar