Tíðindi
EKSPERIMENTARIUM
SO YMISK, MEN TÓ
Skrivligar próvtøkur
HISTORIE NR. 5 /2025
ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 / 2025
DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR
4. B Á UMHVØRVISVEIÐU
ALTJÓÐA BARNARÆTTINDAGAGUR
Harriet Poulsen, lærari og skúlavegleiðari, hevur hesi tíðindi at bera:
Næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla hevði boðið øllum næmingaráðum landsins í ítróttarhøllina í Fuglafirði 20. november, har ið tað varð varpað ljós á barnarættindasáttmálan hjá ST. Úr Skúlanum á Fløtum fóru 12 næmingar og ein lærari, Harriet Poulsen, ið varðar av næmingaráðum skúlans. Næmingarnir umboðaðu mið- og hádeild.
Høllin var fullsett, tá tiltakið byrjaði við einum einræddaðum næmingakóri. Síðani bjóðaði Janita Maria Jacobsen, forkvinna í næmingaráðnum, vælkomin.
Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum var boðin at seta dagin. Hann segði m.a., at Føroyar skulu vera heimsins besta land at vaksa upp og liva í. Eisini nevndi hann, at næmingaráðini hava rætt til at hava ávirkan á skúlagongdina og á leiðslu skúlans.
Barnanna umboðsmaður, Hanna Vang, greiddi frá ymiskum rættindum, sum børn hava, og vísti til heimasíðu sína, ið eitur www.bum.fo, ið snýr seg um ST-barnarættindasáttmálan. Hon segði, at børn kunnu venda sær til hennara, um tey ikki vera rætt viðfarin.
Tær mongu tónleikaframførslurnar, hjá næmingum úr ymiskum flokkum, settu sín dám á dagin. Eisini vóru felags spøl uppi á vøllinum. Dagurin endaði við ábiti og drekka.
Jú, heilt víst eitt gott, áhugavert og mennandi tiltak, ið næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla hevur uppiborið rós fyri. Eisini ein tøk fyri stóra gestablídni, ið varð sýnt okkum av lærarum og leiðslu skúlans.
Síðst, men ikki minst, so setti tað avbera góða og vakra veðrið prikkin yvir i-ið.
Myndir og upptøka: HPO










