Tíðindi

09. mai 2025

EKSPERIMENTARIUM

08. mai 2025

SO YMISK, MEN TÓ

08. mai 2025

Skrivligar próvtøkur

07. mai 2025

HISTORIE NR. 5 /­2025

07. mai 2025

ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 /­ 2025

06. mai 2025

DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR

06. mai 2025

4. B Á UMHVØRVIS­VEIÐU

25. sep 2023

FRÁ SKÚLABÓKASAVNINUM: "KOM OG LES"

Á skúlabókasavninum eru túsundtals bøkur til útláns, nógvar teirra eru frálíkar til upplesturs eisini. Allir næmingar skúlans og starvsfólk kunnu lána bøkur á skúlabókasavninum. Tað nýggja er, at næmingarnir í forskúlanum nú eru  skrásettir sum lánarar og kunnu javnbjóðisøllum  øðrum  lána bøkur heim við.
 
Sera týdningarmikið  er at lesa fyri børnum; tey styrkjast fatanarliga, læra hugtøk og menna innlivingarevnini. At seta seg inn í støður og kenslur hjá øðrum verður nógv lættari. Børnini læra at sita still, lurta og  seta spurningar. Kanningar vísa, at tey orðríkastu børnini klára seg betur í skúlanum.
 
Børn, sum hoyra søgur, gerast meira hugaði sjálvi at fara at lesa. Vit kunnu siga, at upplestur er ein íløga í lesihugin. Umframt at hava sama eginleika sum upplestur gevur sjálvlestur nógv afturat. Hann letur m.a. upp ein heim við ómarkaðum orðtileingi á fleiri málum og gevur góða venjing til at menna lesiførleikan og evnini í síni heild.

"Kom og les ella lat onkran annan lesa fyri tær!"

.Føroyar lesa. Fylg slóðini HER.
 
Keldur: Føroyar lesa&skúlabókaavnið á Fløtum
Myndir: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar