Tíðindi
EKSPERIMENTARIUM
SO YMISK, MEN TÓ
Skrivligar próvtøkur
HISTORIE NR. 5 /2025
ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 / 2025
DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR
4. B Á UMHVØRVISVEIÐU
VERIÐ VARIN Í FERÐSLUNI
Nú børnini eru farin aftur í skúla, er at hava í huga trygdina á vegunum.
Børn hava eitt nú ilt við at halda uppmerkseminum – serliga í ferðsluni, har nógv hendir samstundis. Tey gloyma seg lættliga burtur, um tey varnast eitthvørt spennandi. Børn uppliva heimin her og nú og við sær sjálvum í miðdeplinum, og hava tí ilt við at skilja eina støðu úr øðrum sjónarhorni enn sínum egna. Tað kann hava við sær vandastøður í ferðsluni.
Børn duga illa at spáa um eina møguliga vandastøðu. Tí er ikki nóg mikið at siga barninum, hvussu tað eigur at bera seg at í ferðsluni. Barnið má eisini gera sær egnar royndir.
Ymiskt er, hvussu barn um 6-7 ára aldur klárar seg í ferðsluni. Tað veldst um, hvussu búgvið barnið er, og hvussu nógv tað veit um ferðslu. Tó eru fleiri felagsnevnarar:
- Tey duga illa at meta fjarstøðu og ferð
- Tey síggja støður frá sínum sjónarhorni og duga illa at síggja støður úr fleiri sjónarhornum
- Tey hava ilt við at meta um tað, ið fer at henda, og síggja eina vandastøðu, ið kann taka seg upp
- Tey síggja smálutir, men fata ikki altíð heildina
- Tey gera ofta skjótt av og gloyma at hyggja rundan um seg
- Tey vænta, at vaksin altíð halda ferðslureglurnar
Sostatt tørvar børnum hjálp og venjing, so tey kunnu fara í skúla trygg og sjálvbjargin.
Foreldrini eiga evstu ábyrgd av, at børnini eru trygg í ferðsluni. Tí eiga foreldur ella onnur vaksin at venja atburð í ferðsluni saman við børnunum. Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd eru uppskot til venjingar, sum tú kanst gera saman við børnunum. Trýstið á leinkið HER.
Keldur: heimasíðan hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd & saf.fo