Tíðindi

09. mai 2025

EKSPERIMENTARIUM

08. mai 2025

SO YMISK, MEN TÓ

08. mai 2025

Skrivligar próvtøkur

07. mai 2025

HISTORIE NR. 5 /­2025

07. mai 2025

ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 /­ 2025

06. mai 2025

DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR

06. mai 2025

4. B Á UMHVØRVIS­VEIÐU

24. mai 2023

Dagføringar í parkeringsviðurskiftum

Kommunan hevur saman við løgregluni mett um ferðslutrygdina, parkeringina og avsetingina á Hans Andriasar gøtu um morgunin og gjøgnum skúladagin.

Tað eru nøkur viðurskifti, ið ikki eru mett at vera nøktandi.

  1. Gonguteigurin við rundkoyringina er ikki mettur at vera tryggur, tí parkeringsplássini í rundkoyringini taka útsýnið, so bilførarar ikki hava neyðuga útsýnið.
  2. Av og á setingin hevur ikki riggað nóg væl. Tí bilar standa parkeraðir fram við skúlanum frá morgunstundini, hóast parkeringsforboð hevur verið millum 7:30 og 9:00
  3. Busslummin verður av tí sama í ov stóran mun nýttur til parkering og av og áseting.

Tí eru hesi viðurskifti nú dagførd fyri at bøta um trygdina hjá børnunum.

Fyribils eru 3 parkeringspláss tikin burtur í rundkoyringini. Kommunan arbeiðir saman við politinum at finna eina tryggari og varandi loysn.

Parkeringsbannið millum 7:30 og 9:00 verður broytt til, at alt økið verður parkeringssona viðmerkt við loyvi at parkera ein tíma millum 7 og 15.

Langtíðarparkering er í rundkoyringini umframt vestan fyri skúlan ella við Musikkskúlan

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar