Tíðindi

09. mai 2025

EKSPERIMENTARIUM

08. mai 2025

SO YMISK, MEN TÓ

08. mai 2025

Skrivligar próvtøkur

07. mai 2025

HISTORIE NR. 5 /­2025

07. mai 2025

ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 /­ 2025

06. mai 2025

DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR

06. mai 2025

4. B Á UMHVØRVIS­VEIÐU

20. mai 2023

Rásin heldur ikki fram

Vit hava í longri tíð arbeitt við at fáa myndugleikarnar at taka undir við at halda fram við sertilboðnum ella millumforminum Rásini, ið vit hava ment seinstu árini í grunddeild sum eina royndarskipan. Hetta hevur ikki borið á mál.

Harafturat hava vit søkt um at víðka hetta tilboð til eisini at fevna um miðdeild og hádeild. Tí vit meta, at hetta er eitt gott, inkluderandi og mennandi tilboð til teir næmingar, ið ikki megna fulla tímatalvu ella hava tørv á at vera í einum meira avmarkaðum tilboð ein part av skúladegnum. Hetta hava vit heldur ikki fingið játtað.

Tí mugu vit tíverri boða frá, at vegna væntandi játtan og góðkenning frá myndugleikunum verður rásin í sínum verandi formi niðurløgd, tá skúlaárið er lokið.

Førleikastovan og leiðslan arbeiða í løtuni við, hvussu vit so kunnu skipa skúladagin hjá teimum børnunum, ið hava verið knýtt at rásini. Men greitt er, at talan verður um eitt skert tilboð í mun til verandi tilboð.

Vit harmast um hesar avleiðingarnar, men fáa vegna væntandi játtan ikki gjørt annað enn at boða frá, at verandi tilboð ikki heldur fram. 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar